{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stóra lakstobis

Magnisudis atlantica

Stóra lakstobis er langur og mjávaksin fiskur, høvdið er langt og spískt. Hon er meira hávaksin enn lakstobis og lítla lakstobis. Ryggfjøðurin er væl aftan fyri miðjan fiskin. Fitifjøðurin er tætt aftur móti stertinum. Hon hevur uggafjaðrar og búkfjaðrar. Gotfjøðurin er aftast á sporlinum. 55-64 roðslur eru eftir strikuni. Ryggjargeislarnir eru 60-73 í tali.

Útbreiðsla

Stóra lakstobis er undir Suðurgrønlandi, Íslandi og Føroyum suður til Suðurafrika. Í vesturatlantshavinum frá Labrador til Argentina. Í Kyrrahavinum frá umleið 50° N til umleið 35°S. Stóra Lakstobis er eisini í indiahavinum. Hon er fingin við Lúsabanka og har um leiðir, umframt á Íslandsrygginum.

Stødd

Stóra lakstobis verður upp í 56 cm long.

Dýpi

Hon er miðsjóvarfiskur úr 400 m niður á 1100 m dýpi.

Litur

Livandi er hon silvurblonk og dimm um bakið. trolveidd er hon brúnlig við silvurfarra í erva á kroppinum, ljósari í neðra. Fjaðrar og táknaholur eru svartar.

Eyðkenni

Búkfjaðrarnar eru undir fremra enda á ryggfjøðurini. Aftari endi á yvirkjaftinum er týðiliga aftari enn nasagluggarnir.

Týdningur

Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Stóra lakstobis
Lat:Magnisudis atlantica, Paralepis atlantica
Dan:Kort lakstobis
Eng:Atlantic barracudina
Fra:Lussion
Ísl:Digra geirsíli
Jap:Kusabi-uroko-eso
Pol:Dlugoszczuk
Por:Peixe grato, Fura pau
Rus:Paralepis
Sve:Laxtobis
Týs:Lachsspierling
USA:Duckbill barracudina

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…