
Sporllangi úlvfiskur
Lycodonus flagellicauda
Sporllangi úlvfiskur er langur og klænur fiskur. Strikurnar eru tvær, men tær eru ótýðiligar, serliga tann ovara. Tann niðara gongur av nakkanum yvir uggafjøðurini til fremra enda á gotfjøðurini og eitt sindur afturfrá. Hin er frá sporlsendanum fram til gotið. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, sum renna saman aftast á sporlsendanum. Stertur er eingin. Ryggfjøðurin byrjar yvir aftasta triðingi á uggafjøðurini. Tvørskurðurin av kroppinum er nærum rundur, uttan aftast, har hann smalkar eitt lítið sindur. Av heildarlongdini er: kroppshæddin við fremra enda á gotfjøður 3,5-4,5%, longdin av gronini til fremra enda á gotfjøður 24-28%, av gronini til ryggfjøðurina eru 18-21%, høvdið er 13-15%. Høvdið er breitt og flatt. Kjafturin situr væl inni undir gronini og kemur aftur til fremru rond á eyganum. Hann hevur stórar poknur í yvirkjaftinum og undirkjaftinum. Sum tann einasti av úlvfiskunum, hevur sporllangi úlvfiskur smáar beinplátur fram við festunum á ryggfjøðurini og gotfjøðurini.
Útbreiðsla
Sporllangi úlvfiskur er frá Svalbarði suður til Íslands og Føroya. Hann er í Hetlandsrennuni suður til Bankaryggin, og í Davisfirði.

Stødd
Sporllangi úlvfiskur verður upp í umleið 22 cm langur.
Dýpi
Hann er bert fingin á dýpum millum 800 m og 2000 m.
Litur
Hann er javnt brúnur, grábrúnur. Ungir fiskar hava sterkan bláan lit um búkin. Hann hevur myrkt royggj.
Eyðkenni
Hesin úlvfiskurin hevur mest sum rundan tvørskurð. Beinpláturnar við fjøðurfestini.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Sporllangi úlvfiskur |
Lat: | Lycodonus flagellicauda |
Ísl: | Aurláki, Leðjuláki |
Nor: | Spisshalet ålebrosme |
Pol: | Likodyn |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…