
Spøluti úlvfiskur
Lycodes seminudus
Spøluti úlvfiskur er langur, smidligur fiskur. Hæddin á fiskinum við gotið er umleið 9-11% av heildarlongdini, og longdin av gronini aftur til gotið er 48-52%. Uggafjøðurin er um 10-12% av heildarlongdini. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar heilt frammi undir øsinum. Hann hevur eina striku mitt eftir síðuni. 96 ryggjargeislar. Hann er smáskrubbutur fram á hálvan fiskin. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin eru roðsluleysar. Spøluti úlvfiskur hevur rættiliga stórt høvd, 24-25,5% av heildarlongdini. Hann hevur heldur flata gron. Hann hevur ikki stert, men ryggfjøður og gotfjøður ganga saman í ein spíss aftast á sporlsendanum.
Útbreiðsla
Spøluti úlvfiskur er frá Ittoqqortoomiitleiðini og Grønlandsfjørðinum um Norðurlandið í Íslandi, norðan fyri Íslandsryggin, til eystur um Føroyar. Sunnan fyri Jan Mayen, við Svalbarð og í norðaru pørtunum av Barentshavinum. Hann er í Beaufortshavinum og Karahavinum.

Stødd
Spøluti úlvfiskur verður upp í 52 cm langur, vanliga 25-40 cm.
Dýpi
Hann er botnfiskur á bleytum botni úr 130 metrum niður á 1400 metrar, men mest úr 200 metrum niður á 600 metrar. Sjógvurin, har hann er, er altíð kaldari enn 0°C.
Litur
Liturin er broytiligur, brúnligur, javndimmbrúnligur, ella næstan svartur. Oftast eru 5-8 stutt, ljóstgrálig bond um bakið og niður á síðurnar. Ofta er eisini slíkt band um nakkan. Bondini eru bein á skák frameftir í beinari linju, boga ikki frameftir, sum á onkrum úlvfiskum. Hann hevur myrkt royggj við tøttum, svart-brúnum blettum.
Eyðkenni
Hevur eina striku. Beinu bondini. Roðsla er frá gotinum og aftureftir.
Týdningur
Spøluti úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Spøluti úlvfiskur |
Lat: | Lycodes seminudus |
Can: | Lycode à oreilles |
Eng: | Longear eelpout. |
Ísl: | Hálfberi Mjóri |
Nor: | Storhodet ålebrosme |
Pol: | Golik |
USA: | Longear eelpout |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…