{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Smáoygda havmús

Hydrolagus affinis

Smáoygda havmús er tjúkk um bulin, smalkar frá gotinum og aftureftir. Stórar uggafjaðrar. Tvær ryggfjaðrar, tann fremra er høg og stutt við ramligum píki frammanfyri. Hin aftara er long og lág. Tvær smáar halafjaðrar, onnur yvir, hin undir, renna saman í ein stuttan hala aftast. Tann ovara er týðiliga leys av ryggfjøðurini við einum gloppi. Hin niðara er bæði gotfjøður og halafjøður. Hon hevur stutt høvd, spíska, sermerkta gron. Kjafturin er lítil, og hon er granartjúkk. Hon hevur smá eygu. Hon hevur sansigagnsstrikur um stóran part av høvdinum.

Útbreiðsla

Smáoygda havmús er á bankum og tindum úti á víðum havi. Í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi. Undir Íslandi og Føroyum til Portugals. Vestanfyri úr Nýfundlandi til Cape Cod. Er helst eisini enn longur suðureftir. Undir Føroyum er hon at fáa vestanfyri og sunnanfyri.

Stødd

Smáoygda havmús verður upp í 130 cm long.

Dýpi

Hon er úr 300 m niður á 2400 m dýpi.

Litur

Hon er myrkt brún-viólblá, fjaðrarnar eru bleikari og kantarnir eru myrkir.

Eyðkenni

Smáoygda havmús líkist havmús, men hevur stuttan hala. Uggafjaðrarnar lagdar aftur við kroppinum røkka ikki aftur til búkfjaðrarnar. Kjafturin er fremri enn eyguni.

Týdningur

Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Smáoygda havmús
Lat:Hydrolagus affinis
Dan:Småøjet havmus
Eng:Deep-water chimaera, Smalleyed rabbitfish
Fra:Chimére de profondeur, Chimére á petit yeux
Grø:Immap teriai
Ísl:Stuttnefur
Por:Ratazana-da-fundura, Quimera-da-fundura
Spa:Quimera ojo chico, Quimera ojochico
USA:Atlantic chimaera, Deepwater chimaera

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira