{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sloans ormsfiskur

Chauliodus sloani

Sloans ormsfiskur er klænur fiskur við stuttum, men stórum høvdi. Kjafturin er stórur við ógvisliga stórum tonnum, langar, spískar og nakað bogaðar innyvir. Við afturlatnum kjafti standa tenninar í undirkjaftinum upp við gronini. Hann hevur lítla ryggfjøður næstan frammi við nakkan, fremsti teinur umleið 3 ferðir longri enn hinir. Uggafjaðrarnar eru heilt frammi við kápuna. Búkfjaðrarnar eru frammanvert miðjuna. Gotfjøðurin er heilt afturi við klingruna. Hann hevur eina fitifjøðurlíka fjøður oman á sporlinum og eina framman fyri gotfjøðurina. Hann hevur smá ljósgøgn, eini 50 niðast eftir síðunum, frá ugganum aftur til stertin.

Útbreiðsla

Hann er vanligur norður til 55° í Atlantshavinum, sløðist til Føroya og Íslands. Hann er fingin sunnan fyri Føroyabanka og Ytrabanka umframt á Íslandsrygginum. Hann er annars í øllum teimum heitu og flógvu høvunum, heilt suður á umleið 45°S.

Stødd

Sloans ormsfiskur verður upp í 35 cm langur.

Dýpi

Hann fer djúpari enn 1000 m um dagin, kanska niður á 2800 m og upp undir vatnskorpuna á nátt. Hann er fingin við botná Íslandsrygginum á umleið 450 m.

Litur

Hann hevur ælabogalitir um síðurnar, silvurblankur um kápuna, svart-silvurbláligur um bakið og undir búkinum.

Eyðkenni

Stóru og hvøssu tenninar, ljósgøgnini, klæna skapið.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sloans ormsfiskur
Lat:Chauliodus sloani
Dan:Sabeltandfisk, Segltandfisk
Eng:Sloan’s Faugfish
Fin:Sapelihammaskala
Fra:Chauliode de sloane
Ísl:Slóans gelgja
Ita:Vipera di mare
Jap:Hôrai-eso
Nor:Huggormfisk
Sve:Huggormsfisk
USA:Sloan’s fangfish

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira