{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sjókarpi

Spondyliosoma cantharus

Sjókarpi er tunnur og nakað hávaksin fiskur. Lítið skarð er í høvuðumhvarvinum oman fyri eyguni. Hann hevur roðslu á kápu og kjálkum. Hann hevur eina langa ryggfjøður, eina gotfjøður, ið er minni enn helvtin av ryggfjøðurlongdini. Uggafjøðurin er eitt sindur spísk og er umleið 28% av heildarlongdini. Uggafjøðurfestið er undir fremra enda á ryggfjøðurini, og spíssurin røkkur til oman fyri fremra enda á gotfjøðurini. Búkfjaðrarnar koma næstan til gotið. Høvdið er lítið og tríkantað. Eygnatvørmátið er næstan líka langt sum tranturin. Hann hevur stóran og eitt sindur sýldan stert. Strikan er frá kápuni til miðjan stertin og fylgir boganum á ryggfjøðurini. Í strikuni eru 66-75 roðslur.

Útbreiðsla

Í 2003 varð ein fingin í Nólsoyarfirði, men hann er annars ókendur undir Føroyum. Hann er frá Skandinavia til Namibia, runt Bretsku Oyggjarnar, í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum, við Madeira, Kanariuoyggjarnar og Grønhøvdaoyggjarnar.

Stødd

Sjókarpi verður upp í 60 cm langur, vanliga um einar 30 cm.

Dýpi

Hann er bæði við botnin og uppi í sjónum úr 5 m niður á 300 m.

Litur

Hann er silvurgráur við blá-, grøn-, ljósareyðlittum farra um síðurnar. Gronin og høvdið framman eru dimmari. Á síðunum eru nakrar veikar, gyltar strikur, meira og minni samanhangandi. Fjaðrarnar eru dimmar, sterturin hevur svarta rond aftan.

Eyðkenni

Høgi og tunni fiskurin, blanka útsjóndin.

Týdningur

Sjókarpi verður nakað veiddur til matna aðrastaðni.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sjókarpi
Lat:Spondyliosoma cantharus
Dan:Havrude
Eng:Black Seabream
Fin:Meriruutana
Fra:Griset, Dorade grise
Gri:Skathari, Skathári
Ita:Tanuta, Cantareto, Cantaro, Chopa, Choupa
Jap:Kurodai
Ned:Zeekarper
Nor:Havkarudse, Havkaruss
Pol:Kantar
Por:Choupa
Spa:Choupa, Càntera, Pañosa, Pargo chopa, Pargo chopra
Sve:Havsruda
Týs:Streifenbrasse, Dorade, Meerbrasse, Seekarfe
USA:Black seabream

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira