{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Silvurstinglaksur

Lepidopus caudatus

Silvurstinglaksur er langur og mjávaksin fiskur. Hann er hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina langa ryggfjøður. Gotfjøðurin er í einum undir klingruni og bert leysir broddar eru haðani og fram til gotið. Hann hevur smáar búkfjaðrar, smáar uggafjaðrar og lítlan stert. Høvdið hækkar aftan fyri eyguni upp móti ryggfjøðurini. Hann hevur stór eygu og stóran kjaft við hvøssum tonnum.

Útbreiðsla

Silvurstinglaksur kemur norður móti Føroyum, men er ikki skrásettur í føroyskum sjógvi. Hann sløðist til Íslands, er annars vestan fyri Írland til Senegals, við Suðurafrika og Madagaskar, nakað inn í Miðjarðarhavið. Úti í Atlantshavinum er hann á tindum og bankum. Hann er eisini við Suðuravstralia og Nýsæland.

Stødd

Silvurstinglaksur verður upp í 210 cm langur.

Dýpi

Hann er botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hann gongur í torvum úr 100 m niður á 600 m dýpi.

Litur

Hann er silvurlittur, dimmur um fjaðrarnar.

Eyðkenni

Kropsskapið kann minna um eitt stórt svørðsblað. Høga ennið. Lítli sterturin.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning í Føroyum, men verður nógv veiddur aðrastaðini.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Silvurstinglaksur
Lat:Lepidopus caudatus
Azo:Peixe-espada-branco, Talabarte
Dan:Strømpebåndsfisk
Eng:Scabbard fish, Butter snoek, Frostfish, Silver scabbardfish
Fra:Sabre argenté
Gri:Spathopsaro, Spadopsaro, Spathópsaro-ilios
Ísl:Marbendil, Atlants marbendil
Ita:Pesce sciabola
Nor:Slirefisk
Pol:Palasz ogoniasty
Por:Espada branca, Peixe espada
Rus:Lepidop
Spa:Cinta, Espadiella, Paladar, Pez cinto, Pez sable
Sve:Strumpebandsfisk
Týs:Degenfisch, Silberbandfisch, Strumpfbandfisch
Ukr:Ryba-sablya
USA:Silver scabbardfish, Frostfish, Ribbonfish

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira