{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Silvurøks

Argyropelecus olfersi

Silvurøks er hávaksin og smalur fiskur, stutt, borin saman við hæddina. Hon hevur stóran, upprendan kjaft. Eyguni venda uppeftir og sita ovarlaga á høvdinum. Stór og týðilig ljósgøgn eru undir búkinum, fram við kjølinum. Hon hevur hvast kjalarskrubb.

Útbreiðsla

Silvurøks er frá Qaqortoq (Julianehaab) og Ittoqqortoormiit (Scoresbysundi) í Grønlandi, til Íslands, Føroya, Noregs, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar, Kanariuoyggjarnar og suður um Suðurafrika og í ein útsynning úr Suðurafrika. Í Kyrrahavinum millum 30° og 50°S. Undir Føroyum sæst hon javnan.

Stødd

Silvurøks verður upp í 10 cm, men vanliga er hon 6-8 cm.

Dýpi

Hon er uppsjóvarfiskur í djúpu høvunum á dýpi millum 100 m og 800 m.

Litur

Um bakið er hon dimm, svartblá, liðirnar eru silvurlittar.

Eyðkenni

Støddin, skapið, ljósgøgnini og sterki silvurliturin.

Týdningur

Silvurøks hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Silvurøks
Lat:Argyropelecus olfersi
Dan:Sølvøkse
Eng:Silver hatchetfish, Hatchet fish
Fin:Helmiaiskala
Fra:Hache d’argent
Ísl:Norræni silfurfiskur, Silfurfiskur
Nor:Stor perlemorsfisk
Pol:Topornik krepy
Por:Pai velho
Spa:Hachita, Pez hacha, Pez hacha luminoso
Sve:Pärlemorsfisk, Olfers ptrigonollattfisk, Olfers silveryksa
Týs:Perlmutterfisch, Silberbeil

Viðkomandi tíðindi