{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sankta Pætursfiskur

Zeus faber

Sankta Pætursfiskur hevur samantrýstan og høgan kropp, stórt og høgt høvd, nakað bungut oman fyri eyguni. Hann hevur slættan beinkamb oman fyri eyguni. Hann hevur stóran kjaft, ið kann skjótast langt framúr og smáar viggvaksnar (koniskar tenn). Uggafjaðrarnar eru stuttar, búkfjaðrarnar eru minst tvær ferðir so langar sum uggafjaðrarnar. Ryggfjøðurin hevur harðar teinar fremst og langar træðrir uppúr, aftari partur hevur bleytar teinar. Klingran er líka long sum høg. Hann hevur smáar roðslur og hvast kjalarskrubb. Fram við rygg- og gotfjaðrafestunum eru beinknyklar, úr 5 upp í 11, á teimum eru 2 píkar. Strikan er nógv bogin frá eyganum aftur í klingruna.

Útbreiðsla

Sankta Pætursfiskur er finginundir Føroyum. er annars við Suðurnoreg, runt Bretsku oyggjarnar, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, í vestara parti í Miðjarðarhavinum, við Afrika, Madeira og Asoroyggjarnar og eisini í Kyrrahavinum og indiahavinum.

Stødd

Sankta Pætursfiskur verður í mesta lagi 70 cm langur, men vanliga um 20-50 cm.

Dýpi

Hann er vanliga á 50 m niður á 150 m, men fæst eisini inni við land og úti á 400 m.

Litur

Sankta Pætursfiskur er gyltgrøngráur, ella silvurbronsulittur, við stórum, gulrandaðum, svørtum bletti mitt á síðuni. Skræðan millum beinteinarnar á búkfjaðrunum, ryggfjøðurini og gotfjaðrunum er myrk, svørt.

Eyðkenni

Bletturin á síðuni. Tunni kroppurin. Liturin. Høga ryggfjøðurin. Stóra høvdið við stóra kjaftinum.

Týdningur

Nakað verður brúkt til matna sunnanfyri, men í Føroyum hevur hann ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sankta Pætursfiskur
Lat:Zeus faber
Azo:Peixe-galo
Dan:Sankt Petersfisk
Eng:John Dory, Peter fish
Fin:Pietarinkala
Fra:Saint Pierre, Dorede, Jean Doré, Jean doré, Zée forgeron
Gri:Christopsaro
Ísl:Pétursfiskur
Ita:Pesce San Pietro, Pesce San Pedro
Jap:Matôdai, Matou-dai
Ned:Zonnevis, Sint pietervis
Nor:St. Petersfisk
Pol:Piotrosz japónski
Por:Galo-japonês, Galo-de-São-Pedro, Galo-negro, Peixe galo
Rus:Obyknovennyj solnechnik
Spa:Gallo, Pez de san Pedro
Sve:St. Petersfisk
Týs:Petersfisch, Heringskönig

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…