{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sandstubbi

Pomatoschistus minutus

Sandstubbi hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra væl minni enn tann aftara. Búkfjøðurin røkkur aftur um uggafjøðurina, til gloppið millum ryggfjaðrarnar. Gotfjøðurin er eins stór og aftara ryggfjøður. Sterturin er rundaður aftan. Fjaðrarnar hava strípur umleið sama lit sum tey myrku støðini á kroppinum, tó ikki uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar. Roðsla er oman á bakinum framman fyri fremru ryggfjøður. Hann hevur breitt høvd og bungutar kjálkar. Eyguni eru smá og standa út úr høvdinum. Hann sæst ikki so ofta sum tvíprikkuti stubbi.

Útbreiðsla

Sandstubbi er undir Føroyum, við Bretsku Oyggjarnar til Tromsø. Hann er í Eystarasalti norður til Álandsoyggjarnar, í Norðsjónum til vestara part av Miðjarðarhavinum, í Adriahavinum og í Svartahavinum.

Stødd

Tann størsti sandstubbin, sum fingin er undir Føroyum, var 9,1 cm langur. Hann er annars sjáldan størri enn 7,5 cm og verður neyvan longri enn 11 cm. Dýpi: Sandstubbi er vanligast úr fjøruni (0,5 m) út á 12 – 15 m. Hann er tó aðrastaðni fingin á 300 m dýpi. Í Føroyum er hann fingin á víkum og firðum út á 40 m dýpi.

Dýpi

Sandstubbi er vanligast úr fjøruni (0,5 m) út á 12 – 15 m. Hann er tó aðrastaðni fingin á 300 m dýpi. Í Føroyum er hann fingin á víkum og firðum út á 40 m dýpi.

Litur

Vanliga er hann sandbrúnur ella sandgráur um bak og síður. Hann er rómalittur undir búkinum. Dimmar ella rustlittar óregluligar strikur og blettir eru av bakinum og niður á síðurnar, tó ikki á uggunum og undir búkinum. Fremra ryggfjøður hevur á afturendanum ein svartan blett, men hann sæst illa á deyðum fiski.

Eyðkenni

Støddin, liturin og tað, at búkfjøðurin kemur aftur um uggafjøðurina. Dimmi bletturin á ryggfjøðurini.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sandstubbi
Lat:Pomatoschistus minutus, Gobius minutus
Dan:Sandkutling, Lys kutling
Eng:Sand goby, Common goby
Fin:Hietatokko
Fra:Gobie buhotte, Bourgette, Mougne
Ita:Ghiozzetto minuto, Giozzo minuto, Giozzo piccolo
Ned:Dikkopje, Grondel, Kleine govie
Nor:Sandkutling
Pol:Babka Mala
Por:Caboz-de-areia
Rus:Sand goby
Spa:Cabuxino, Gobio, Gobio de arena
Sve:Sandstubb
Týs:Sandkühling, Sandgrundel

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira