{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Rottutrónur

Antimora rostrata

Rottutrónur hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil, og fremsti teinur er serliga høgur. Aftara ryggfjøður er long. Hon er frá klingruni fram til fremru ryggfjøður. Hann hevur eina gotfjøður, ið er lægst á miðjuni. Búkfjaðrarnar eru smalar og langar, koma næstan aftur til endan á uggafjaðrunum. Uggafjaðrarnar sita beint undir fremru ryggfjøður. Rottutrónur hevur lítlan stert. Strikan er mest sum bein. Gotið er beint um ella beint aftan fyri miðjuna á fiskinum. Høvdið er serligt við sínum beinkambi úr trantinum og inn undir eyguni. Hann hevur spíska og nakað breiða og flata gron, yvirbit og finnu. Eygnatvørmátið er heldur minni enn longdin á gronini. Hann hevur ein lítlan beinodd aftast á kápuni.

Útbreiðsla

Rottutrónur er toluliga vanligur fiskur á djúpum vatni vestan fyri Føroyar. Hann er annars í nærum øllum Norðuratlantshavinum sunnan fyri ryggirnar Grønland-Skotland, á bankum og tindum suður móti Asoroyggjunum og úti fyri Portugal. Hann er frá North Carolina til Baffinslands. Er eisini í Suðuratlantshavinum, Kyrrahavinum og í Antarktisku høvunum.

Stødd

Rottutrónur verður upp í 75 cm langur, men er vanliga millum 40-55 cm.

Dýpi

Hann er úr 350 m niður á 3000 m.

Litur

Rottutrónur er svartur, grásvartur við einum bláligum farra.

Eyðkenni

Beinkamburin, ið er frá trantinum til inn undir eyguni, spíski tranturin, skapið á fremru ryggfjøður og gotfjøðurini.

Týdningur

Rottutrónur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Rottutrónur
Lat:Antimora rostrata
ala:Blue antimora
Dan:Blå antimora
Eng:Blue antimora, Blue hake
Fra:Antimore bleu
Ísl:Fjólumóri
Jap:Togari-kanadadara
Pol:Antymora a mora apcyficzna
Por:Mora-azul
Rus:Antimora
Spa:Brótola azul, Mollera azul
USA:Blue hake

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…