{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Rossamakrelur

Trachurus trachurus

Rossamakrelur er tjúkkastur um miðjuna og spískur í báðum endum. Hann hevur tvær ryggfjaðrar umleið eins til hæddar. Tann fremra er lítil og tríkantað. Bert eitt lítið glopp er millum ryggfjaðrarnar. Hin aftara byrjar beint frammanvert miðjan fiskin, og kemur aftur til klingruna. Hann hevur langa gotfjøður, ið tó er styttri enn aftara ryggfjøður. Framman fyri gotfjøðurina eru tveir ella tríggir smáir teinar, meira ella minni í sambandi við bleytaru teinarnar í gotfjøðurini. Uggafjøðurin er long og spísk og kemur aftur um fremra enda á aftaru ryggfjøður. Búkfjøðurin er lítil, umleið til helvtar í longd sum uggafjøðurin. Hann hevur stórt høvd. Strikan hevur sera hvassa roðslu og er bogin oman fyri uggafjøðurina. Sterturin er nógv sýldur. Klingran er kløn.

Útbreiðsla

Rossamakrelur er frá Marokko til Asoroyggjarnar og norður til Føroya og Íslands. Hann er eisini í Norðsjónum, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum og sløðist møguliga til USA og Venesuela.

Stødd

Rossamakrelur verður upp í 70 cm, tó sjáldan longri enn 40 cm.

Dýpi

Hann er uppsjóvarfiskur, men fæst við botnin eisini. Hann gongur ofta í torvum. Sjáldan djúpari enn 100-200 m, men er fingin niðri á 600 m.

Litur

Hann er grønligur-blágráur við grønligum farra um bakið. Hann er ljósari, silvurskin um síðurnar. Hann er hvítur undir búkinum. Hann hevur lítlan, svartan blett ovast á kápuni.

Eyðkenni

Ógvuliga sjónlig, hvøss roðsla er eftir strikuni, serliga aftast. Hann kennist harður, beinutur. Bletturin á kápuni.

Týdningur

Rossamakrelur verður nógv veiddur til ídnað aðrastaðni, men undir Føroyum fæst so lítið, at hann hevur ikki nevniverdan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Rossamakrelur, Tindamakrelur
Lat:Trachurus trachurus
Dan:Hestemakrel, Støkker
Eng:Horse mackerel, Jack mackerel, Maasbanker, Scad, Stour mackerel
Fin:Piikkimakrilli
Fra:Chinchard, Bizet, Cagnenc, Cagneuck, Carangue, Cariau, Carrée, Carringue, Chicard, Chichar, Chicharai, Chitcharroa, Cinchard commun, Coussut, Coustut, Cudaspru, Estranglobel mero, Femelle de maquereau, Gascon, Gascoun, Graenik, Makacla, Maquereau batard, Querelle, Ripon, Riton, Robinette, Saurel, Severan, Severeou, Sieurel, Singe, Soleil, Suc, Zeffiru
Gri:Savrídi
Ísl:Brynstirtla
Ita:Suro, Chicharro, Sovarello commun, Sugarella, Sugherello
Jap:Aji, Maaji – Maji, Muroaji
Ned:Horsmakreel, Maasbanker, Marsbanker
Nor:Taggmakrel, Hestemakrell
Pol:Ostrobok
Por:Chicharro, Carapau, Chicharro branco
Rus:Stavrida, Skumbrejka, Snjur, Sredizemnomorsko
Sco:Buck mackerel
Spa:Chicharro, Carapao, Jurel, Saurel
Sve:Taggmakrill, Makrillstør, Taggsill
Týs:Bastardmakrele, Holzmakrele, Stöcker
USA:Scad

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira