Rognkelsi

Cyclopterus lumpus

Rognkelsi er stutt, høgt og rættiliga breitt í skapi. Fremra ryggfjøðurin er umskapað til ein margháttligan vøkstur, tornir á bakinum. Aftara ryggfjøður er aftast á sporlinum, og sama er gotfjøðurin. Tær eru eins til støddar og hava vanliga fjaðraútsjónd. Uggafjaðrarnar eru nakað stórar og eru fremst við kápuna og inn undir øsið. Sterturin er rundaður aftan. Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein súgvikopp, ið situr fremst undir búkinum. Fiskurin sýgur seg viðhvørt fastan á steinar og annað. Á hvørji síðu eru trý røð av beinkendum naddum, frá høvdinum og aftureftir. Tað hevur flatan búk, kann standa uppreist. Skræðan er serliga tjúkk.

Útbreiðsla

Rognkelsi er á víðum havi og inni við land, líka í sjóvarmálan. Tað er allan vegin frá Eysturgrønlandi og Íslandi til Føroya. Annars er tað í Barentshavinum suður í Biskeiavíkina, kring Bretsku Oyggjarnar, og í Eystarasalti. Frá Diskovíkini, Davisfirði og Hudsonflógvanum til New Jersey.

Stødd

Rognkelsi verður upp í góðar 60 cm, vanliga um 30-40 cm. Siljafiskarnir eru smærri enn rognafiskarnir.

Dýpi

Rognkelsi er úr fjøruni og vatnskorpuni niður á 50-200 m, onkur sigur 400 metrar. Tað er eisini uppsjóvarfiskur úti á víðum havi.

Litur

Tað er myrkagrøn-grá-brúnt um bakið. Undir búkinum og eitt sindur upp á síðurnar er tað ljóst grønt. Í gýting eru siljafiskarnir myrkabrúnir ella svartir um bakið, reyðbrúnir um síðurnar og undir búkinum.

Eyðkenni

Sera klumput í útsjónd. Kann neyvan mistakast fyri nakran annan fisk her um leiðir.

Týdningur

Summastaðni verður tað veitt. Rognini verða onkustaðni brúkt til kaviar. Í Føroyum hevur rognkelsi ikki havt vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Rognkelsi, Grárognkelsi (hon), Reyðrognkelsi (hann)
Lat:Cyclopterus lumpus
Dan:Stenbider, Kulso, Kvabso
Eng:Lumpfish, Baggety, Blue paidle, Hen paidle, Henfish, Hush, Lump, Lumpsucker, Paddle cock, Runkar, Sea hen
Fin:Rasvakala
Fra:Lompe, Gros mollet
Gri:Kotópsaro
Grø:Angusalluk, Nepisa
Ísl:Hrognkelsi, Gráslemba, Grásleppa, Rauðmagi
Ita:Ciclottero, Lompo
Jap:Dango-uo
Ned:Snotdolf, Strontvreter
Nor:Rognkjeks, Rognkall (hann), Rognkjekse (hon)
Pol:Tasza
Por:Peixe lapa
Rus:Pinagor
Spa:Lumpe, Ciclóptero, Libre de mar
Sve:Sjurygg, Kvabbso (hon), Stenbit (hann)
Týs:Lump, Lumpfisch, Seehase
USA:Lumpfish

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira