{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Reyði knurrhani

Chelidonichthys lucerna

Reyði knurrhani hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er stutt, men høg framman. Hin aftara er lægri og longri. Hann hevur eina gotfjøður á leið sum aftara ryggfjøður. Hann hevur langar uggafjaðrar, ið røkka aftur um fremra enda á gotfjøðurini. Tríggir teir niðastu teinarnir í uggafjaðrunum eru berir og minna um trý bein. Strikan er jøvn og bein. Reyði knurrhani er harður, skrubbutur og hvassur at føla. Fremst á hvørjum horni á gronini er eitt ‘horn’ hvørjumegin, so gronin sær fýrkantað út.

Útbreiðsla

Reyði knurrhani er fýra ferðir skrásettur undir Føroyum, og tað var í árunum 1954 til 2004. Annars er hann frá Vesturafrika til Norðurnoregs, í Norðsjónum og runt Bretsku Oyggjarnar, í Skagerrak og Kattegat, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.

Stødd

Reyði knurrhani verður upp í 75 cm langur. Vanlig stødd 25-50 cm.

Dýpi

Hann er úr 20 m niður á 300 m.

Litur

Hann er ljósareyður ella reyðbrúnur um bakið, ljósari um síðurnar og gylt-hvítur undir búkinum. Uggafjaðrarnar eru ljósareyð/viólbláar ella bláligar, grøn- ella hvítblettutar. Jaðararnir á uggafjaðrunum eru ljósabláir ella reyðir.

Eyðkenni

Kennist frá knurrhana, mest á litinum, men eisini at uggafjaðrarnar koma aftur um fremra enda á gotfjøðurini. Fýrkantaða gronin. Nýveiddur er hann so reyður, at hann lýsir upp á dekkinum. Tey trý ’beinini’ í uggafjaðrunum.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning her á landi, men aðrastaðni verður hann veiddur til matna.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Reyði knurrhani
Lat:Chelidonichthys lucernus, Trigla lucerna
Dan:Rød knurhane
Eng:Tub gurnard, Gawdnie, Latchet, Sapphirine gurnard, Tubefish, Yellow gurnard
Fin:Isokurnusimppu
Fra:Grondin perlon, Dauphin, Mouline, Mulonia, Papillon, Perlan, Petite gueudais bleue, Pirelon, Pirloina, Pirlon, Rouget, Surmulet, Tombe, Triglo hirondelle
Ita:Capone gallinella, Coccio
Jap:Hobo no rui
Ned:Rode poon, Rozet
Nor:Rødknurr, Knurrkonge
Pol:Kurek czerwony
Por:Cabra cabaço, Cabrinha, Ruivo
Rus:Trigla
Spa:Alfondiga, Bejel, Colorado, Golondrina, Rubio
Sve:Fenknot, Rød knorrhane, Storgnoding
Týs:Roter Knurrhahn, Seesschwalbe

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira