{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nebbaskøta

Leucoraja fullonica

Nebbaskøta hevur píkar á innara eygnakanti. Hon hevur stutt píkarað á nakkanum. Tvey røð við hvøssum, afturábendum píkum eru eftir halanum og nakað fram á bakið. Halapíkarnir verða alt tættari aftur móti endanum á halanum. Bakið annars kennist sum fínt sandpappír. Nakrir fínir píkar eru eisini undir gronini. Eingir píkar eru millum ryggfjaðrarnar, og gloppið millum ryggfjaðrarnar er líka stórt sum longdin á fremru ryggfjøður. Størru píkarnir á halanum og bakinum eru 42-64, á nakkanum 3-10 og við eyguni 6-9. Eyguni eru stór, eins stór og breiddin millum eyguni. Tenninar eru nógvar, ógvuliga hvassar og boygdar afturá. Gamlar skøtur missa oftast píkarnar á nakkanum og millum eyguni.

Útbreiðsla

Nebbaskøta er undan Kolanesi fram við norsku strondini inn í Oslofjørðin. Av Suðurlandinum í Íslandi, undir Føroyum til Hetlands og tvørtur um norðasta part av Norðsjónum. Vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Marokko og inn í Miðjarðarhavið. Hon er eisini við Madeira. Nebbaskøta fæst av og á í veiðuni á bankunum vestanfyri og á landgrunninum.

Stødd

Nebbaskøta kann verða upp í 120 cm long, men vanliga er hon millum 80-105 cm.

Dýpi

Hon heldur til millum 35 m og 1000 m, undir Føroyum kanska mest á umleið 200 metra dýpi.

Litur

Á bakinum er liturin gulgráur-brúngráur, oftast javnur og vakur litur. Undir búkinum er hon hvít.

Eyðkenni

Liturin, tvey píkarøð og stóra píkaleysa gloppið millum ryggfjaðrarnar.

Týdningur

Nebbaskøta verður avreidd sum annar fiskur, men nøgdirnar eru smáar.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Nebbaskøta
Lat:Leucoraja fullonica, Raja fullonica
Azo:Arraia
Dan:Gøgerokke
Eng:Shagreen ray, Dun cow, Fullers ray, Rough flapper
Fin:Käkirausku
Fra:Raie chardon, Cardaira, Cardeira, Cardoui, Cardouiro, Chagrine, Clavelade, Flossade, Plymouthee, Raie d’utsire, Raie pisseuse, Raie poelle, Raie pointue, Raie souris, Raie vache, Razza Spinosa, Rochére
Ísl:Náskata
Ita:Razza scardasso, Cardairo, Picare, Rasce, Razza spinosa
Ned:Kaardrog
Nor:Nebbskate, Nebbrokke, Næbskate
Pol:Raja kosmata
Por:Raia pregada, Raia cardadora
Rus:Sagrenevyj skat
Spa:Raya cardadora, Morell, Raya morruda, Romagvera
Sve:Gøckrokka, Gøkrokka, Næbbrocka, Näbbrocka
Týs:Chagrinrochen, Schnabelrochen, Walkerroche

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…