{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Maisild

Alosa alosa

Hon hevur sildaskap. Kropshæddin við uggafjaðrarnar er størri enn høvuðlongdin. Maisildin hevur hvast kjalarskrubb. Yvirkjafturin hevur eina týðiliga kloyvu framman, sum undirkjafturin passar í. Kápan er ríput.

Útbreiðsla

Maisild er fingin eina ferð undir Føroyum, í august 1998 eystur av Sandoyarbanka við troli. Hon er annars frá Bergensleiðini til Móritania. Hon er í vestara parti av Miðjarðarhavinum og í syðra parti av Eystarasalti. Kring Bretsku Oyggjarnar.

Stødd

Maisild verður í mesta lagi 70 cm.

Dýpi

Óvist, men hon er vanliga ikki djúpari enn 7 metrar. Anadromur fiskur, ið gýtir langt uppi í stóru áunum í Evropa um várið. Yngulin fer á sjógv um heystið.

Litur

Hon er blá um bakið, silvurblonk um síðurnar. Oftast hevur hon ein dimman blett fremst á síðunum, aftan fyri kápurnar.

Eyðkenni

Táknatindarnir á fremsta táknaboganum (inni í boganum) eru fínir og langir, úr 90 upp í 120 í tali. Hon líkist nógv stavsild. Ein munur teirra millum er, at stavsildin hevur úr 40 upp í 60 táknatindar, og teir eru styttri og tjúkkari, og at stavsild hevur fleiri blettir aftur eftir síðunum.

Týdningur

Nakað verður veitt til matna.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Maisild
Lat:Alosa alosa
Dan:Majsild
Eng:Allis shad, Alice shad, Craig herring, Crue herring, Mayfish, Rock herring
Fin:Pikkusilli
Fra:Alose vraie, Coulac, Coulat, Couvert, Grande alose, Kolaka, Sabre
Gri:Fríssa, Sardelomána
Ísl:Maísíld
Ita:Alaccia, Aloza
Ned:Elft, Groote meivis
Nor:Maisild, Maifisk
Pol:Aloza finta, Alosa
Por:Sável
Rus:Evropejskij alosa, Alosa, Aloza, Majskaja ryba
Spa:Sábalo, Alosa, Trisa
Sve:Majfisk, Majsill
Týs:Alse, Maifisch
USA:Allis shad

Viðkomandi tíðindi