{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítliglámur

Xenodermichthys copei

Lítliglámur er lítil fiskur, tjúkkastur um uggafjaðrarnar. Høvdið er minni enn 1/3 av standardlongdini. Gronin er stutt og kubbut. Eygnatvørmátið er longri enn gronin. Yvirkjafturin kemur inn mitt undir eyguni. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Tær sita afturi á sporlinum. Hann hevur ikki roðslu. Nógv heilt smá ljósgøgn eru óregluliga runt á fiskinum.

Útbreiðsla

Lítliglámur er sunnan fyri ryggirnar Grønland/Skotland og er fingin beint sunnan fyri føroyska sjómarkið umframt á Íslandsrygginum. Hann er annars við Suðurafrika, í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd

Lítliglámur verður ikki longri enn 20 cm.

Dýpi

Hann er á 100 m, niður á 2650 m dýpi, vanliga í hellingunum.

Litur

Hann er svartur.

Eyðkenni

Liturin, stutta gronin og stóru eyguni.

Týdningur

Lítliglámur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítliglámur
Lat:Xenodermichthys copei, Xenodermichthys socialis
Dan:Kortsnudet glathovedfisk
Eng:Bluntsnout smoothhead, Black slickhead
Fra:Gymnaste atlantique
Ísl:Bersnati
Jap:Ko-tsubuiwashi
Sve:Slät djuphavsfisk
USA:Atlantic gymnast

Viðkomandi tíðindi