{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítli súgfiskur

Liparis montagui

Lítli súgfiskur er minni enn stóri súgfiskur, hevur tveir nasagluggar, ið eru minni útrendir og upprendir enn á stóra súgfiski. Hann hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og stórar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein súgvikopp, ið er nakað størri enn eygnatvørmátið.

Útbreiðsla

Lítli súgfiskur er undir Føroyum og Íslandi, annars fram við landi frá Bretagne og Bretsku Oyggjunum til Noregs, Svalbarðs og í Hvítahavið. Hann er í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat.

Stødd

Lítli súgfiskur kann verða upp í 12 cm langur, men er sjáldan longri enn 8 cm.

Dýpi

Hann er úr fjøruni og út á 30 metra dýpi, á grótbotni í taranum.

Litur

Litir og blettir eru broytiligir, men ofta hevur hann ‘keðiligan’ grábrúnan lit. Hann hevur ljóst royggj.

Eyðkenni

Hann er kvapsutur og bleytur. Hevur bert tveir nasagluggar. Hvørki gotfjøður ella ryggfjøður eru samanvaksnar við stertin. Súgvikoppurin er størri enn eyguni. Gotið er nærri súgvikoppinum enn gotfjøðurini.

Týdningur

Lítli súgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítli súgfiskur
Lat:Liparis montagui
Dan:Særfinnet ringbug
Eng:Montagu’s seasnail
Fin:Montagun imukala
Fra:Limace de Montagui
Ísl:Litli sogfiskur
Jap:Kusauo
Ned:Montagu’s slakdolf
Nor:Kystringbuk
Pol:Tlusciel
Rus:Liparis
Sve:Tångringbuk, Montagus sugfisk
Týs:Kleiner Scheibenbauch

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira