{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítli kryttlingur

Cottunculus sadko

Fiskurin er hægstur um nakkan og smalkar skjótt aftureftir til ta smølu klingruna. Høvdið er vanliga longri, enn tað er breitt, er ikki rundleitt at síggja úr erva, men mjækkar frameftir. Hann hevur eina ryggfjøður, ið er lág framman, hægri aftan, eina gotfjøður á leið sum aftari partur av ryggfjøðurini. Skræðan er skrubbut. Tveir naddar eru á nakkanum, vanliga spískir. 11 poknur eru í strikuni.

Kallfiskar hava sinu til longdar minni enn 6% av standardlongdini.

Útbreiðsla

Hann er fingin eystur av Fugloyarbanka, í hellingini í útnyrðing úr Mýlingi og norður av Íslandsrygginum. Annars er hann í Arktiska havinum, Karahavinum, í landnyrðing úr Svalbarði, og eisini í Beauforthavinum.

Stødd

Lítli kryttlingur verður minst 18 cm langur.

Dýpi

Hann er við botnin úr 300 m niður á minst 800 metrar.

Litur

Hann er grábrúnur við 3 breiðum, dimmum, loddrøttum bondum um síðurnar. Uggafjaðrarnar eru tvílittar, dimmar innast við kroppin og ljósari ytri.

Eyðkenni

Hann líkist nógv kryttlingi. Tvílittu uggafjaðrarnar. Høvuðskapið.

Týdningur

Lítli kryttlingur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítli kryttlingur
Lat:Cottunculus sadko
Eng:Sadko sculpin
Ísl:Pólhnýtill
Rus:Cottunculus sadko

Viðkomandi tíðindi