{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítli kongafiskur

Sebastes viviparus

Lítli kongafiskur er hávaksin fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður, teir hørðu teinarnir eru fremstir, eina gotfjøður, har eru teir hørðu teinarnir eisini fremstir. Uggafjaðrarnar eru nakað stórar og rundligar. Búkfjaðrarnar eru nakað minni. Hann hevur lítla beinknútu fremst á undirkjaftinum. 5 beinpíkar eru á kápuni. 11-13 roðslur eru í eini linju upp og á skák frameftir frá aftara enda á gotfjøðurini til strikuna. Eygnatvørmátið er størri ella eins stórt og longdin fremst av undirkjaftinum til eygað (kjafturin saman). Kongafiskasløgini fáa livandi ungar.

Útbreiðsla

Lítli kongafiskur er allan vegin fram við norsku strondini suður til Skagerrak, Miðonglands og Írlands, á Rockallbankanum, norður móti Føroyum, undir Føroyum, á Suðurlandinum og Vesturlandinum í Íslandi. Hann sløðist til Grønlands.

Stødd

Lítli kongafiskur verður upp í einar 35 cm langur, men vanliga liggur hann um 18-25 cm.

Dýpi

Hann er úr 10 metra dýpi niður á 750 metra dýpi, men vanliga grynri enn 300 metrar.

Litur

Hann er reydligur, appilsinlittur um bakið og síðurnar. Hann er nakað ljósari undir búkinum. Oftast hevur hann nakrar myrkar, óregluligar blettir á síðunum og tykist tá grómutur. Ein dimman blett hevur hann ovast á kápuni.

Eyðkenni

Hann líkist mest stóra kongafiski og trantkongafiski. Tann niðasti av teimum 5 píkunum á kápuni vísir á skák niður aftureftir.

Týdningur

Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítli kongafiskur
Lat:Sebastes viviparus
Dan:Lille rødfisk
Eng:Norway haddock, Redfish, Small redfish
Fin:Pieni kuninkaankala
Fra:Petit sèbaste
Grø:Suluppaagaq (spp)
Ísl:Lítli karfi
Nor:Lusuer, Uer
Pol:Karmazynek
Rus:Malyj morskoj oku’n
Sve:Liten kungsfisk
Týs:Kleiner Rotbarsch
USA:Norway redfish, Norway haddock, Norwegian redfish

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira