{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lakssild

Maurolicus muelleri

Lakssild hevur eina lítla ryggfjøður og eina fitifjøður, sum situr millum stertin og ryggfjøðurina, eina gotfjøður og stórt høvd. Hon er mjáur fiskur, smøl og eitt sindur høg. Hon hevur nógv upprendan kjaft.

Útbreiðsla

Lakssild er undir Íslandi og Føroyum suður móti Antarktis. Í Miðjarðarhavinum, Kyrrahavinum og sunnarlaga í Indiahavi. Er eisini við Hawaiioyggjar. Í Vesturatlantshavinum er hon frá 40°N suður til Falklandsoyggjarnar. Lakssild er vanlig undir Føroyum og sæst ofta í fiskamaga og á troldekki, dottin úr netinum.

Stødd

Vanlig longd er millum 4 cm og 6 cm. Í mesta lagi 8-9 cm.

Dýpi

Hon er uppsjóvarfiskur á djúpum vatni, undan vatnskorpuni á nátt og niður á umleið 400 m í dagslýsi. Onkuntíð sæst hon inni á grunnum vatni um náttina.

Litur

Um bakið er hon svørt, síðurnar skína silvurlittar. Hon hevur nógv og týðilig ljósgøgn.

Eyðkenni

Støddin, litirnir og ljósgøgnini.

Týdningur

Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lakssild
Lat:Maurolicus muelleri, Maurolicus mulleri, Maurolicus mülleri
Azo:Peixe-luz-de-Muller
Dan:Laksesild
Eng:Pearlside, Muller’s bristlemouth fish, Muller’s pearside
Fin:Iyhtysukasuu, Lohisilli
Ísl:Norræna gulldepla, Gulldepla
Ned:Lichtend sprotje
Nor:Laksesild
Pol:Mauryk
Rus:Mavrolik
Sve:Laxsill
USA:Pearlside

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira