Laksastyrja

Lampris guttatus

Sæddur inn á síðuna er fiskurin at kalla eggrundur. Sæddur framman ífrá er hann høgur og tunnur. Laksastyrja hevur eina ryggfjøður, ið er sera hávaksin fremst og javnt lág aftur í klingruna. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru ógvuliga langar og rættiliga smalar, og uggafjøðurin situr umleið mitt uppi á síðuni. Gotfjøðurin er lág og long og kemur aftur til klingruna. Sterturin er stórur og nógv sýldur. Høvdið er høgt, og eyguni eru rættiliga stór. Kjafturin er lítil, og hon er tannleys. Hon hevur lítið undurbit. Strikan er heilt nógv bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur smáar roðslur.

Útbreiðsla

Laksastyrja fæst av og á í føroyskum sjógvi, er annars um alt Atlantshavið. Hon er eisini Miðjarðarhavinum. Í Kyrrahavinum frá Aleutoyggjunum til Nýsælands og í Indiahavinum.

Stødd

Laksastyrja verður upp í umleið 200 cm long.

Dýpi

Hon er uppi í sjónum á 100 m niður á 400 m dýpi.

Litur

Laksastyrja er serliga litfagur fiskur. Hon er myrkablá um bakið, grønlig um síðurnar. Búkurin hevur silvur-, gull- og korka-littan farra. Fjaðrarnar eru reyðar. Hvítligir blettir eru óregluliga um allan kroppin.

Eyðkenni

Laksastyrja kennist lættliga á litunum og kropsskapinum.

Týdningur

Laksastyrja er hjáveiða í ymsum fiskiskapi, men hjá okkum bert so hissini.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Laksastyrja
Lat:Lampris guttatus
Azo:Peixe-cravo
Dan:Glansfisk
Eng:Opah, Jerusalem haddie, Jerusalem haddock, Kingfish, Moonfish, Sunfish
Fin:Kiiltolaahna
Fra:Opah, Crysostome, Lampris, Pe d’Africa, Poisson lune, Poisson royal
Gri:Lampropsaro, Fengarópsaro
Ísl:Guðlax
Ita:Pesce ré
Jap:Akamanbô, Mandal
Ned:Koningvis, Godszalm, Koningsfish, Koningsvisch
Nor:Laksestørje
Pol:Strojnik
Por:Peixe-cravo
Rus:Solneçhnaja ryba
Spa:Opa, Luna real, Mariposa
Sve:Glansfisk
Týs:Gotteslachs
USA:Opah

Viðkomandi tíðindi