
Kongasúgfiskur
Rhodichthys regina
Kongasúgfiskur er bleytur at føla, hávaksin og tunnur fiskur. Hann hevur stórt høvd, umleið 22-26% av standardlongdini. Kjafturin kemur aftur um eygað. Hægstur er hann um uggafjaðrarnar, mjækkar aftureftir til klingruna, sum endar í einum lítlum sterti. Hann hevur eina langa ryggfjøður, fremst er hon lág, hægst um miðjan fiskin, lækkar so allan vegin út á stertin. Sama er við gotfjøðurini, nakað høg framman. Uggafjaðrarnar eru tvídeildar. Ovari partur er sum vanligar uggafjaðrar, rættiliga stórar, rundar aftan. Niðari partur situr undir øsinum og er bert ein langur, klænur tráður, sum úti á miðjuni fer í tvey ella trý, longdin er umleið aftur á hálvan fiskin. Gotið er fram ímóti øsinum. Hann hevur stór táknaop av súgfiski at vera, tey koma næstan allan vegin niður.
Útbreiðsla
Kongasúgfiskur er í køldu høvunum norðanfyri. Hann er úr Baffinsflógvanum til Laptevhavið, norðan fyri Føroyar og í Hetlandsrennuni.

Stødd
Kongasúgfiskur verður upp í 31 cm langur.
Dýpi
Hann er botnfiskur, fingin á bleytum botni, úr 1400 m niður á meira enn 2000 m.
Litur
Hann er ljósareyður, ljósviólbláur. Vaksnir fiskar eru hálvgjøgnumskygdir. Royggið er svart.
Eyðkenni
Bleyti fiskurin. Liturin og gjøgnumskygnið. Høgur og tunnvaksin. Longu, niðaru uggafjaðrarnar.
Týdningur
Kongasúgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Kongasúgfiskur |
Lat: | Rhodichthys regina |
Eng: | Threadfin snailfish |
Fra: | Limace de mer à filaments |
Nor: | Kongeringbuk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…