{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kolskeggi

Trigonolampa miriceps

Kolskeggi er langur og klænur fiskur, tunnvaksin. Hann hevur eina ryggfjøður aftarlaga á bakinum, móti klingruni, eina gotfjøður somu stødd og heldur aftari enn ryggfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru mitt á fiskinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar niðast við kápuna og lítlan sýldan stert. Finnan er næstan sum høvdið til longdar, við lítlari trevsu við ljósgagni á endanum. Høvdið er lutfalsliga lítið og eyguni smá. Kjafturin er stórur. Tenninar eru smáar og hvassar. Hann hevur undirbit. Tvey røð av ljósgøgnum eru niðast á síðunum, frá klingruni fram til øsið. Eitt ljósgagn er aftan fyri eygað, eitt sindur avlangt.

Útbreiðsla

Kolskeggi er fingin í Rósugarði á Íslandsrygginum. Annars í Nýfundlandi, í Grønlandsfirði, vestan fyri Írland og Marokko. Í Suðurhøvum sunnan fyri 35°S.

Stødd

Kolskeggi verður upp í 32 cm langur.

Dýpi

Hann er fingin úr 360 metrum niður á 1860 metrar.

Litur

Hann er svartur.

Eyðkenni

Ljósgøgnini sita niðast á síðunum og aftan fyri eygað. Síða finnan við trevsuni.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kolskeggi
Lat:Trigonolampa miriceps
Eng:Threeligth dragonfish
Fra:Dragon à trois lampes
Ísl:Kolskeggur
USA:Threeligth dragonfish

Viðkomandi tíðindi