Klingruskøta

Umleið seks stórir píkar eru við innara eygnakant. Ein stórur píkur er aftan fyri hvørt eyga. Stórir píkar eru mitt eftir gronini og aftur á herðarnar. Nógvir stórir og smáir píkar eru mitt eftir bakinum og út á halan. Annars er skivan sett við heilt smáum píkum, kennist hvøss. Dømi um píkar á tveimum 50 cm longum klingruskøtum: á bakinum/halanum 54/69 og 48/110 píkar. Eitt band av smápíkum er viðhvørt á hvørjum rava nakað inn frá kantinum. Halin er um 54% av heildarlongdini, og millum ravaendarnar eru um 53%. Á ungum fiskum er skivan næstan rund og gronin stutt. Á eldri fiskum verða fremru ravakantarnir týðiliga bogaðir inní, og gronin verður longri.

Útbreiðsla

Við Bretagne og vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Føroya og Íslands. Við Hetland til Vesturnoregs, norður við strondini til Svalbarðs. Vestanfyri er hon í Grønlandi og við Labrador til Nova Scotia.

Stødd

Klingruskøta verður í mesta lagi 56 cm long.

Dýpi

Hon er úr 170 m dýpi og djúpari enn 2000 m.

Litur

Á bakinum er klingruskøta grábrún, tykist at hava bláligan ella viólbláan farra. Hon er ljósari um nakkan og út móti ravakantunum. Kámir, myrkir blettir eru ymsastaðni á skivuni. Undir búkinum er hon aloftast gráhvítviólbláflekkut.

Eyðkenni

Skivan er á stødd við eina pannukøku. Teir rundu ravarnir, nógvu píkarnir og tann langi halin.

Týdningur

Klingruskøta hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Klingruskøta
Lat:Rajella Fyllae, Raja Fyllae
Dan:Fyllas rokke, Fyllaes rokke, Rundrokke
Eng:Round ray
Fin:Fyllan rausku
Fra:Raie ronde
Grø:Tarraleqisaaq
Ísl:Pólskata
Nor:Rundskate
Pol:Raja listnik
Por:Raia
Rus:Kruglyj skat
Spa:Raya redonda
Sve:Rundrocka
Týs:Fyllas Rochen

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira