
Klænasporl
Halargyreus johnsonii
Klænasporl hevur lutfalsliga stórt høvd og er annars smidligur fiskur, tjúkkastur fremst um bulin. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, mest sum samanvaksnar, báðar eru lágar, tann fremra er stutt og situr beint yvir uggafjaðrunum. Fremsti teinur í henni er heldur longrienn hinir. Tann aftara er long og er frá aftaru helvt á uggafjaðrunum og aftur til klingruna. Klænasporl hevur eina lága gotfjøður, ið sær út sum tvær. Gotfjøðurin er frá klingruni til beint framman fyri miðjan fiskin. Búkfjaðrarnar hava 5 teinar, og 2 teirra koma aftur um miðjuna á uggafjaðrunum. Tað hevur klæna klingru og lítlan og avrundaðan stert. Eygnatvørmátið er umleið eins stórt og longdin á gronini. Tað hevur lítið undirbit, lítla beinknútu fremst á undirkjaftinum og onga finnu. Strikan er bein.
Útbreiðsla
Klænasporl er í hellingunum suður úr Íslandi, vestan fyri og sunnan fyri Føroyar til vestur úr Írlandi. Tað er á bankum og grynnum suður til Asoroyggjar og Marokko. Í Vesturgrønlandi til Nýfundlands og nakað suður við hellingini har. Einstakir fiskar fáast av og á í troli undir Føroyum.

Stødd
Klænasporl verður upp í 44 cm langt, vanliga í veiðuni um 20-30 cm.
Dýpi
Tað er úr 700 m niður á 1500 m, møguliga eisini djúpari enn 2000 m.
Litur
Klænasporl er reyðgrátt, silvurlitt um síðurnar og undir búkinum. Inni í kjaftinum er tað svart, og táknaholurnar eru eisini svartar.
Eyðkenni
Klæna klingran. Klænasporl minnir í skapi um svartkjaft, men kennist frá honum m.a. á ryggfjaðrunum og á litinum.
Týdningur
Klænasporl hevur ikki vinnuligan týdning
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Klænasporl |
Lat: | Halargyreus johnsonii |
Can: | More délicat |
Eng: | Slender codling, Morid cod |
Ísl: | SilfurÞvari |
Jap: | Karasudara |
Nor: | Snabelmoride |
Sve: | Grå djuphavstorsk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…