{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kjaftsvarti kongafiskur

Helicolenus dactylopterus

Skapið er mest sum á kongafiski. Kjaftarnir eru javnir. Hann hevur eina ryggfjøður, hon er lægst á miðjuni millum harða og bleyta partin. Hann hevur stórar uggafjaðrar, og endarnir á teinunum í niðaru helvt á fjaðrunum stinga útúr. Gotfjøðurin er lægst framman. Búkfjaðrarnar eru umleið eins stórar og gotfjøðurin. Sterturin er rættiliga langur og mest sum beinur aftan. Á høvdinum hevur hann fleiri píkar enn kongafiskur, framman fyri eyguni, ovast og aftast á kápuni, umframt at píkarnir á kápubeinunum vísa aftureftir. Strikan gongur rættiliga beint úr stertinum upp á nakkan.

Útbreiðsla

Frá Norðurnoregi til Suðurafrika. Í Skagerrak, undir Íslandi og Føroyum. Í Miðjarðarhavinum. Á bankum og tindum úti í Atlantshavinum. Í Vesturgrønlandi. Frá Grand Banka til Meksikoflógvan og Brasil. Undir Føroyum er hann á landgrunninum og serliga á bankum og ryggjum sunnanfyri og vestanfyri.

Stødd

Kjaftsvarti kongafiskur verður í mesta lagi 57 cm langur. Vanliga er hann millum 20 og 35 cm.

Dýpi

Hann er úr 50 m og niður á 1100 m dýpi.

Litur

Hann er reydligur um bakið og ljósari um síðurnar. Oftast hevur hann eini 4-5 óreglulig, myrk bond niður frá bakinum. Hann hevur myrkan blett á kápuni. Gómin er eyðkendur,
heilt myrka blávióllittur. Undir búkinum er hann ljósur og einlittur.

Eyðkenni

Kongafiskalíki. Eyðkendur er tann djúpblásvarti bletturin í gómanum. Beru teinarnir í uggafjaðrunum.

Týdningur

Kjaftsvarti kongafiskurin verður ikki avreiddur í Føroyum, men aðrastaðni verður nakað avreitt.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kjaftsvarti kongafiskur
Lat:Helicolenus dactylopterus d.
Azo:Boca-negra
Dan:Blåkæft
Eng:Bluemouth rockfish, Blackbelly rosefish, Rockfish, Scorpoena
Fra:Rascasse du fonde, Chèvre rascasse, Rascasse du nord, Sébaste chèvre
Ísl:Svartgóma
Ita:Scorfano di fondale, Scorfano bastardo
Ned:Blauwkeeltje
Nor:Blåkjeft, Skæruer
Pol:Sebdak
Por:Cantarillho-legítimo, Alcantarilha, Cantariz
Rus:Sinerotyj okun’
Spa:Pollico, Cabra de altura, Cabraroca, Gallineta, Pollo, Rascasio rubio
Sve:Blåkäft
Týs:Blaumäulchen, Blaumaul
USA:Blackbelly rosefish

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira