
Kaldi úlvfiskur
Lycodes frigidus
Kaldi úlvfiskur er langur og smidligur fiskur. Stertur er eingin. Hann hevur eina gotfjøður, frá gotinum og aftur í sporlsendan, og eina ryggfjøður av sporlsendanum fram á hálva uggafjøðurina. Hann hevur stórar uggafjaðrar, heilt smáar búkfjaðrar, eina striku, sum gongur oman fyri uggafjøðurina, á skák niður til gotfjøðurina og nakað aftur við henni. Av gronini til fremra enda á gotfjøðurini er 43-47% av heildarlongdini. Høvdið er stórt, millum 23 og 27% av heildarlongdini, og kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 12-14% av heildarlongdini. Vaksin fiskur hevur roðslu um allan kroppin, frá búkfjaðrafestunum og nakkanum, nakað upp á ryggfjøðurina og niður á gotfjøðurina, men ikki við uggafjaðrarnar.
Útbreiðsla
Kaldi úlvfiskur er norðan fyri Ísland og Føroyar og í Hetlandsrennuni, í Landnyrðingsgrønlandi og við Svalbarð. Hann er eisini í arktiska havinum við Sibiria.

Stødd
Kaldi úlvfiskur sigst at verða í mesta lagi 69 cm langur, vanliga 40-55 cm.
Dýpi
Hann er fingin á 475 metra dýpi, men vanliga er hann úr 900 metrum niður á 3000 metrar, har hitin er millum 0°C og ÷1,6°C.
Litur
Hann er javnmyrkagráur ella grábrúnur. Hann hevur hvørki blettir ella bond.
Eyðkenni
Eina striku. Einlittur.
Týdningur
Kaldi úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Kaldi úlvfiskur |
Lat: | Lycodes frigidus |
Dan: | Småskællet ålebrosme |
Ísl: | Flatmjóri |
Nor: | Arktisk ålebrosme |
Rus: | Abissa’lnyj likod |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 20/3-5/4…
Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar…
Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini…