{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Íshavskrutt

Icelus bicornis

Íshavskrutt er bulmikil fiskur, minnir eitt sindur um kryplaðan fisk. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt. Aftara ryggfjøðurin er serliga long. Tað hevur eina gotfjøður og stórar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar, smalar og stuttar. Strikan er sett við umleið 38 beinplátum, og hon røkkur ikki aftur til stertin. Oman fyri strikuna, upp móti ryggfjaðrunum, er enn eitt rað av beinplátum, ella píkum. Íshavskrutt hevur stórt høvd. Á kápuni eru 4 píkar hvørjumegin, tann ovasti er klovin. Kallfiskar hava stóra sinu.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er íshavskrutt veitt eystan fyri oyggjarnar og vesturi á Íslandsrygginum. Tað er annars úr Íshavinum til Skagerrak, í Eystur- og Vesturgrønlandi. Vestan fyri er tað frá Cape Cod norður gjøgnum Davisfjørð, norður um Kanada til Aleutoyggjarnar.

Stødd

Íshavskrutt verður upp í 15,7 cm langt.

Dýpi

Undir Føroyum er íshavskrutt fingið úr 300 m niður á 350 m, er annars úr 1 m niður á 500 m.

Litur

Tað er gulligt við brúnum blettum, teir flestu eru um bakið. Veikur, gulligur litur er um búkin. Tvørstrikur eru eftir fjaðrateinunum.

Eyðkenni

Klovni píkurin á kápuni hvørjumegin.

Týdningur

Íshavskrutt hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Íshavskrutt
Lat:Icelus bicornis
ala:Twohorn sculpin
Can:Icele a deux cornes
Dan:Tornulk Almindelig-, Tornulk
Eng:Twohorn sculpin
Fin:Haarakoukkuinen simppu
Grø:Kanajoq kapinartulik
Ísl:Fuðriskill
Nor:Tornulke
Pol:Dwurozek
Sve:Klykskrabb, Klyksrabb
USA:Twohorn sculpin

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira