{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hvítingur

Merlangius merlangus

Hvítingur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Fremra gotfjøðurin er tann longra. Sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit og aloftast hvassar tenn. Strikan er bogin oman fyri uggafjøðurina. Smáfiskar hava finnu, men hon hvørvur við aldrinum. Gronin er longri enn eygnatvørmátið. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Uggafjaðrarnar røkka ikki til gloppið millum fremstu og mittastu ryggfjøður. Gotið er umleið mitt undir fremstu ryggfjøður, kanska eitt sindur fremri.

Útbreiðsla

Hvítingur er undir Føroyum og Íslandi, við Portugal, runt Bretsku oyggjarnar og í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, vestara parti av Eystarasalti til Norðurnoregs. Er eisini í Adriahavinum og Svartahavinum, men sjáldan ella als ikki í Miðjarðarhavinum.

Veiða

Heildarveiðan av hvítingi var hægst miðskeiðis í 70’unum, tá hon toppaði á 3810 tonsum. Síðan hava landingarnar svingað millum 1984 tons í 1980, og niður í 185 tons í 2017. Aftaná seinasta toppin í 2006 hevur miðalveiðan ligið lægri enn áður, á 626 tons um árið.

Longdarbýti í føroysku veiðuni

Stødd

Hvítingur verður upp í 70 cm langur.

Dýpi

Hann er niðri við botnin og uppi í sjónum á 10 m niður á 200 metra dýpi.

Litur

Bakið er grágrønt, síðurnar skyggja í silvurliti. Hann er mjólkarhvítur undir búkinum. Strikan er myrk.

Eyðkenni

Hvítingur hevur lítlan, svartan blett við uggafjaðrafestið. Gotið er frammarlaga, umleið mitt undir fremstu ryggfjøður.

Týdningur

Hvítingur verður rættiliga nógv veiddur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hvítingur
Lat:Merlangius merlangius, Merlangius merlangus
Dan:Hvilling, Slinger
Eng:Whiting, Baivee, Cuiteag, Darg, Fitin, Glower, Marling
Fin:Valkea Turska, Valkoturska
Fra:Merlan, Léaud, Merlana, Merlin, Merlu, Nasellu, Varlet – Valet
Gri:Daoúki tou Atlantikoú
Ísl:Lýsa, Jakobsfiskur, Lundaseiði
Ita:Merlano, Nasello atlantico
Jap:Kodara
Ned:Wijting
Nor:Hvitting, Bleike, Kviting, Smelte, Villing
Pol:Witlinek
Por:Badeho, Badejo
Rus:Merlang
Spa:Merlàn, Lechera, Liba, Plegonero
Sve:Vitling
Týs:Wittling, Merlan
USA:Whiting

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…