Hvasskvoysa

Hvasskvoysa er vinstravendur flatfiskur við grovum naddum og beinknútum um bakið, sera knortlut at føla. Hon hevur stóran upprendan kjaft. Strikan er nógv bend oman fyri uggafjøðurina. Hvasskvoysa er „tjúkkur“ flatfiskur. Ryggfjøðurin byrjar framman fyri høgra eyga og gongur aftur til klingruna, gotfjøðurin er frá gotinum til klingruna, hvørgin teirra fer inn undir klingruna. Hon hevur smáar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar, nakað breiðar og eru leysar av gotfjøðurini.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er hvasskvoysa á landgrunninum og á Føroyabanka og Ytrabanka. Hon er undir Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, frá Tromsø inn í Eystarasalt. Hon er innansyndis í Danmørk og í Norðsjónum, í Biskeiavíkini suður til Gibraltar, Marokko og um alt Miðjarðarhavið og í Svartahavinum.

Stødd

Hvasskvoysa verður upp í umleið 100 cm long, vanliga 50-80 cm.

Dýpi

Hon er vanliga úr 20 m niður á 120 m, tó er ein fingin á Ytrabanka á 144 metra dýpi.

Litur

Tekur lit eftir, har hon er. Hon er ljósagrá/brún, gulbrún og eisini dimmbrún á eygnasíðuni. Á blindusíðu er hon hvít.

Eyðkenni

Flatfiskur, ið lættliga kennist á tí píkuta bakinum. Vinstravend. Næstan rundan kropp.

Týdningur

Hvasskvoysa er dýrur fiskur, men fæst bert í smáum nøgdum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hvasskvoysa, Tindaskalli
Lat:Psetta maxima, Rhombus maximus, Scopthalmus maximus
Dan:Pighvarre
Eng:Turbot, Bannock fluke, Brett, Britt, Butt, Gunner fluke, Mill fish, Rawn fish, Rodden fluke, Rowan, Sea pheasant
Fin:Piikkikampela
Fra:Turbot, Eturbo, Feuille de Vergne, Huille de Bern, Prabot, Rhum clavellat, Rombou clavelat, Roumb, Turboden, Turbotat
Gri:Kalkáni, Rómbos pisci, Siáki, Syaki
Ísl:Sandhverfa
Ita:Rombo grande, Rombo, Rombo chiodato
Jap:Meganemongara
Ned:Tarbot
Nor:Piggvar
Pol:Skarp, Turbot
Por:Pregado, Parracho
Rus:Psettod, Tjurbo, Tyrbo
Spa:Rodaballo, Erroballua, Parracho, Rémol
Sve:Piggvar
Týs:Steinbutt, Dornbutt
USA:Turbot

Viðkomandi tíðindi