{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hvassasprek

Hippoglossoides platessoides

Hvassasprek er høgravendur flatfiskur. Tað hevur eina ryggfjøður úr klingruni fram í nakkan. Tað hevur eina gotfjøður úr klingruni fram til gotið. Strikan er næstan bein, bert eitt lítið sindur bogin oman fyri uggafjøðurina. Roðslan á bakinum er nakað hvøss at føla. Tað hevur stóran kjaft, stór eygu, og vinstra eyga situr eitt sindur aftari enn høgra.

Útbreiðsla

Hvassasprek er vanligur fiskur undir Føroyum. Tað er úr Karahavinum og frá Norðurnoregi suður í Norðsjógvin, kring Bretsku Oyggjarnar suður til Biskeiavíkina. Tað er undir Íslandi og Suður- og Vesturgrønlandi.

Stødd

Hvassasprek verður upp í 50 cm langt. Eitt undirslag við Norðuramerika verður upp í 82 cm.

Dýpi

Vanligasta dýpi hjá hvassaspreki er úr 10 m niður á 200-300 m, men tað er eisini út á meira enn 650 metra dýpi.

Litur

Oftast er hvassasprek myrkabrúnt/reyðgrátt um bakið og gráhvítt á blindusíðu. Ofta við einstøkum dimmum blettum um bakið.

Eyðkenni

Stóri kjafturin. Sterturin gongur eitt sindur aftur í ein spíss. Næstan beina strikan. Hvassa roðslan.

Týdningur

Í Føroyum hevur hvassasprek ikki verið avreitt, men er góður matfiskur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hvassasprek, Stórikjaftur
Lat:Hippoglossoides platessoides
Dan:Håising
Eng:Long rough dab, Rough dab, Vigger
Fin:Liejukampela
Fra:Balai, Carrelet noir, Faux fléten, Fletan nain, Limande batarde, Sloop batarde, Tourne à gauche
Gri:Glossáki-chomatída
Grø:Oquutaq, Nakunaq, Oqutaq
Ísl:Skrápflúra, Flúra, Skrápkoli, Skráplúra, þjalakoli
Ita:Passera Canadese
Jap:Karei, Ohyo-no-rui
Ned:Lange schar
Nor:Gapeflyndre, Kjeftflyndre
Por:Solha-americana, Flanda
Rus:Kambala ërš, Ërš, Kambala jorsh, Kambala jozsh
Spa:Platija americana, Solla
Sve:Lerskädda, Glipskädda, Lerflundra, Storgap
Týs:Doggerscharbe, Rauhe Scharbe
USA:American plaice

Viðkomandi tíðindi