{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Havnebbasild

Ammodytes marinus

Havnebbasild hevur langan og klænan kropp, langt og spískt høvd, rundligan tvørskurð. Hon hevur eina langa ryggfjøður, ið byrjar frammarlaga á bakinum og kemur næstan aftur í klingruna. Hon hevur eina gotfjøður, ið er helvtina so long sum ryggfjøðurin og gongur líka langt aftur. Endin á uggafjøðurini kemur aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini. Roðsla er um allan kroppin. Havnebbasild verður greind frá lítlu nebbasild m.a. á tí, at roðslan undir búkinum er fløkjaliga sett, ikki í beinum røðum, og at hon kemur ikki aftur á stertarótina. Sterturin er sýldur. Hon hevur ikki búkfjaðrar. Yvirkjafturin kann skjótast fram. Hon hevur ikki spískar tenn í gómanum.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er hon á landgrunninum og á Føroyabanka. Hon er runt Bretsku Oyggjarnar, frá Bretagne, norður til Novaja Semlja og Bjarnoynna. Hon er undir Íslandi og Grønlandi, í Norðsjónum og í vestara parti av Eystarasalti.

Stødd

Havnebbasild verður upp í umleið 25 cm long.

Dýpi

Hon er út á umleið 150 m dýpi.

Litur

Havnebbasild er grønblá um bakið, blá um síðurnar og silvurhvít undir búkinum. Á høvdinum er skarpt mark millum tað myrka ovari og tað ljósa niðari.

Eyðkenni

Hon hevur ikki svartan blett við nasagluggarnar. Uggafjøðurlongd. Roðslan er ikki aftur á stertin og er óregluliga sett undir búkinum.

Týdningur

Í Føroyum hevur hon ikki havt vinnuligan týdning, men aðrastaðni verður hon nógv veidd.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Havnebbasild, Nebbasild
Lat:Ammodytes marinus
Dan:Havtobis
Eng:Lesser sandeel, Hornel, Raitt’s sandeel
Fra:Equille
Grø:Putooruttoq
Ísl:Marsíli, Mararsíli
Ita:Cicerello
Ned:Noorse zandspiering, Zandspiering
Nor:Havsil, Tobis småsil
Spa:Aguacioso, Lanzon voladores
Sve:Havstobis, Blåtobis
Týs:Kleiner Sandaal, Kleiner Sandspierling, Tobiasfisch, Tobis

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira