{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Grønlandsgulllaksur

Nansenia groenlandica

Grønlandsgulllaksur er langur og mjáur fiskur. Hann hevur eina lítla ryggfjøður, sum situr frammanvert miðjuna, eina lítla fitifjøður, sum situr oman fyri og aftan fyri ta lítlu gotfjøðurina. Hann hevur smáar búkfjaðrar beint undir ryggfjøðurini, smáar og smalar uggafjaðrar. Hann hevur beina striku mitt eftir síðunum. Hann hevur lítið høvd, lítlan kjaft og stutta gron. Eygnatvørmátið er meira enn tvær ferðir størri enn gronin.

Útbreiðsla

Grønlandsgulllaksur er á djúpum vatni frá Madeira norður í Grønlandsfjørð. Hann er eisini í Vesturgrønlandi og eystur úr Norðuramerika. Í Indiahavinum. Annars er lítil vitan um henda fiskin, hann er sjáldsamur. Hann er fingin við Ymirryggin, við Lúsa- og Ytrabanka og á Íslandsrygginum.

Stødd

Grønlandsgulllaksur verður upp í 25 cm langur.

Dýpi

Tað er óvist, hvørjum dýpum hann er á, men helst úr 200 m niður á 1200 m.

Litur

Óvist, men helst er hann silvurblankur. Trolveiddur eru roðsla og litir avfarin, og fiskurin er grásvartur. Óbúnir fiskar hava umleið 6 tvørstrípur um stertin.

Eyðkenni

Hann hevur klantrasligt vakstrarlag, stuttar fjaðrar og fitifjøður. Stór eygu, stutta gron. Búkfjaðrarnar eru undir aftara parti av ryggfjøðurini.

Týdningur

Grønlandsgulllaksur hevur ikki vinnuligan týdning.

Viðkomandi tíðindi