{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Grønakrutt

Taurulus bubalis

Grønakrutt hevur stórt høvd, er tjúkkast beint aftan fyri høvdið og mjækkar aftur til klingruna. Tað hevur tvær næstan samanvaksnar ryggfjaðrar, tann fremra við hørðum og hin aftara við bleytum teinum. Gotfjøðurin er umleið so stór sum fremra ryggfjøðurin. Tað hevur stórar uggafjaðrar og smalar og langligar búkfjaðrar. Sterturin er eitt sindur rundaður aftureftir og er hampiliga stórur. Tveir píkar eru framman fyri eyguni og tveir uppi á nakkanum. Tann ovasti av teimum fýra píkunum á kápuni kemur aftur um kantin á kápuni. Píkurin er størri enn eygnatvørmátið og er ikki skræðuklæddur um endan. Strikan er sett við smáum píkum, serliga fremst.

Útbreiðsla

Grønakrutt er rættiliga vanligt undir Føroyum. Frá Norðurnoregi suður í Eystarasalt til Álandsoyggjarnar. Í Norðsjónum, við Bretsku Oyggjarnar, í Biskeiavíkini og inn í Miðjarðarhavið til Genovavíkina.

Stødd

Grønakrutt verður upp í 18 cm langt, undir Føroyum vanliga úr 9 upp í 12 cm.

Dýpi

Tað er úr fjøruni út á 20 metrar. Aðrastaðni er okkurt hendinga tó fingið á 100 metra dýpi.

Litur

Tað er oftast brúnligt, men viðhvørt grønligt ella reydligt, rustlitt, við 4 óregluligum, dimmbrúnum bondum tvørtur um síðurnar. Gulligt er tað niðast um síðurnar og appilsinreytt undir búkinum. Kallfiskar í gýting hava bláhvítar blettir um búkin. Eftir fjaðrunum eru dimm longdarbond. Á uggafjaðrunum eru hvítligir blettir undir. Búkfjaðrarnar eru flekkutar svartar / hvítar.

Eyðkenni

Ovasti píkurin kemur aftur um kantin á kápuni. Beinkenda strikan. Onga beinkenda striku oman fyri strikuna, sum lítlakrutt.

Týdningur

Grønakrutt hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Grønakrutt
Lat:Taurulus bubalis, Acanthocottus bubalis
Dan:Langtornet ulk, Den grønne ulk
Eng:Long spined bullhead, Camper, Father Lasher, Long spined sea scorpion, Lucky proach, Plucker, Sea scorpion, Sutor
Fin:Pikkisimppu, Pikku horkeli, Sjalstarka
Fra:Chabot de me, Chaboisseau de mer, Chabot buffle
Ísl:Græni marhnútur
Ned:Groene Zeedonderpad
Nor:Dvergulke, Bergulk, Jornulk, Småulke
Pol:Kur glowacs
Por:Escorpião-roco, Peixe diablo, Sarronca
Rus:Byichok bujvol, Bylok bujvol
Sve:Oxsimpa, Dvärgsimpa
Týs:Seebull, Blauer Knurrhahn, Blauer Seeskorpion, Gemeiner Seebull, Langstacheliger Seeskorpion
USA:Rock sculpin

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira