{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Glaskvoysa

Lepidorhombus whiffiagonis

Glaskvoysa er vinstravendur flatfiskur. Ryggfjøðurin er av gronini aftur á klingruna. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur á klingruna. Hesar báðar fjaðrarnar enda inni undir klingruni høgrumegin. Uggafjaðrarnar eru smáar, fjøðurin hvítumegin er bert til helvtar so stór sum hin. Búkfjaðrarnar eru breiðar við festið, men annars smáar. Sterturin er rættiliga stórur og gongur út í ein lítlan spíss. Hon hevur stór eygu, ið sita tætt saman, stóran upprendan kjaft. Strikan er nógv bogin oman fyri uggafjøðurina.

Útbreiðsla

Glaskvoysa er undir Íslandi og Føroyum til Tróndheims, í Skagerrak og Norðsjónum. Hon er suður við Evropa til Sahara í Vesturafrika og í Miðjarðarhavinum, eystur til Grikkalands. Undir Føroyum er hon á landgrunninum og á bankunum vestanfyri.

Stødd

Glaskvoysa verður neyvan longri enn 60 cm.

Dýpi

Hon er úr 40 metra dýpi niður á minst 500 metra dýpi.

Litur

Á vinstru síðu eru smáar glaskvoysur gráligar, og stórar eru grábrúnar. Oftast eru tveir kámir, døkkir blettir aftast á ávikavist ryggfjøðurini og gotfjøðurini. Hon er gráhvít ljósumegin. Hon hevur einstakar veikar, myrkar blettir runt á kroppinum. Smáar glaskvoysur eru nakað glærar.

Eyðkenni

Vinstra síða vendir upp. Teir smáu fiskarnir eru næstan gjøgnumskygdir. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin ganga ‘afturum’ yvir á hvítumegin afturi á klingruni.

Týdningur

Hon fæst sum hjáveiða í troli, men bert í smáum nøgdum. Tær stóru eru góður matfiskur. Hevur lítlan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Glaskvoysa, Skeivikjaftur, Øvutikjaftur
Lat:Lepidorhombus whiffiagonis
Dan:Glashvarre
Eng:Megrim, Bigmouthed dab, Glass fluke, Sailfluke, Siller fluke, Whiff
Fin:Lasikampela
Fra:Cardine franche, Gèline ou Gélinne, Gellenne, Liame, Limande espagnole, Limande salope, Limandier, Mere des soles, Mère des soles, Ollara, Peuilloy, Pole, Salone, Salope, Sloop franche, Slop
Ísl:Stórkjafta, Flúra, Øfugkjafta
Ita:Rombo giallo
Ned:Scharretong, Schartong
Nor:Glasvar, Glasshvarr, Skjåflyndre
Pol:Smuklica
Por:Areiro
Spa:Lliseria, Gallo del norte, Gallo (L.boscii), Iliseria
Sve:Glasvar, Megrim
Týs:Scheefschnut, Blending, Flügelbutt, Migram
USA:Megrim

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira