{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Floyfiskur

Callionymus lyra

Floyfiskur er eitt sindur flatur og breiður fiskur. Serliga høvdið er breitt og nakað flatt.
Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Á siljafiski er tann fremsti teinurin í fremru ryggfjøður serliga høgur, og hann røkkur niðurlagdur umleið aftur til stertin. Hinir tríggir lækka aftureftir, og aftasti er heilt lítil. Á rognafiski er tann fremra fjøðurin lægri enn tann aftara. Í aftaru ryggfjøður eru teir aftastu teinarnir eitt sindur hægri enn hinir. Sama er í gotfjøðurini, teir aftaru teinarnir eru hægri enn teir fremru. Sterturin er rættiliga stórur, eitt sindur duskakendur, minnir um havtaskustert. Eyguni eru smá og sita ovast á skallanum, heldur tætt saman.

Útbreiðsla

Undir Føroyum fæst hann av og á inni á firðum og sundum, á landgrunninum og á Føroyabanka. Annars er hann á Suðurlandinum í Íslandi til Miðnoregs. Hann er innansyndis í Danmørk og suður til Biskeiavíkina. Er eisini við Asoroyggjarnar, Kanariuoyggjarnar, Vesturafrika til Móritania, í norðara og vestara parti av Miðjarðarhavinum og vestara parti av Svartahavinum.

Stødd

Siljafiskar verða upp í 30 cm langir, rognafiskar upp í 20 cm langir.

Dýpi

Floyfiskar eru av heilt grunnum vatni, kanska 4-5 metrum, út á 430 metrar.

Litur

Siljafiskarnir eru litfagrir. Rognafiskarnir og óbúnir fiskar eru kámari. Rognafiskar og óbúnir floyfiskar eru brúnligir á bakinum og ljósir niðari, hava brúnligar óregluligar blettir á síðunum, gulligir niðast á kjálkunum.
Siljafiskarnir hava gulbrúnan kropp við bláligum blettum og strikum ovari á kroppinum, og teir eru ljósagulir ella hvítir niðari. Á ryggfjaðrunum hava teir litað bond, ið eru gul, blá og grøn.

Eyðkenni

Floyfiskur hevur heldur flatt kropsskap og høvuðskap. Høvdið og sterturin. Á siljafiskum eru tað litirnir og tann høgi teinurin í ryggfjøðurini.

Týdningur

Floyfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Floyfiskur, Drekafiskur
Lat:Callionymus lyra
Dan:Stribet fløjfisk, Fløjfisk
Eng:Dragonet, Balle eries, Tailor, Wyver
Fin:Iso merikokki
Fra:Dragonnet lyre, Callionyme lyre, Lavandière
Gri:Tzitziki
Ísl:Skrautglitnir
Ita:Dragoncello, Callionimo lira
Ned:Pitvis
Nor:Fløyfisk, Fløyfjesing
Pol:Lira
Por:Peixe-pau-lira
Sco:Balle-eries, Bridegroom, Chanticleer, Gowdie, Skulpin
Spa:Dragoncello, Dragó, Primita
Sve:Randig sjökock, Strimmig sjøkock
Týs:Gestreifter Leierfisch, Gemeiner Leierfisch

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira