
Fjaðurfagra havmús
Hydrolagus mirabilis
Hon er tjúkk um bulin, klænkar aftur eftir sporlinum, sum endar í einum longum hala. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er høg og stutt við stórum, ramligum píki fremst. Aftara lág og long, lægst á miðjuni, gongur aftur hagar, har sporlið endar, og halin tekur við. Tann sera langi halin er um helvtina av heildarlongdini, hevur lágar fjaðrar, eina undir og eina yvir. Hon hevur ongan stert og stórar uggafjaðrar, ið minna um veingir. Týðiligt skarð er millum aftaru ryggfjøður og ovaru halafjøður. Høvdið er næstan sum bulurin til longdar, rundleitt framman. Hon hevur stór eygu, lítlan kjaft, ið er fremri enn eyguni.
Útbreiðsla
Fjaðurfagra havmús er á djúpa vatninum vestan fyri Evropa og Vesturafrika. Frá Norðurspania til Íslands. Við bankarnar sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Er helst eisini enn víðari um.

Stødd
Fjaðurfagra havmús verður upp í 80 cm long.
Dýpi
Hon er úr 450 m niður á 1200 m dýpi.
Litur
Kroppurin er dimmbrúnur. Uggafjaðrarnar eru bláar og ryggfjaðrarnar grønligar.
Eyðkenni
Líkist havmús, tó ikki í litum. Einki skarð er í gotfjøðurini sum á havmús. Uggafjaðrarnar lagdar aftur við kroppinum røkka inn undir búkfjaðrarnar. Smáoygda havmús, ið er longur suðuri, líkist eisini, men er dimmari á liti og hevur stuttan hala.
Týdningur
Hon hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Fjaðurfagra havmús |
Lat: | Hydrolagus mirabilis |
Eng: | Large-eyed rabbitfish |
Fra: | Chimére á gros yeux |
Ísl: | Digurnefur |
Jap: | Munaguro ginzame |
Nor: | Blåvinget havmus |
Spa: | Quimera ojón |
Sve: | Blåvingad havsmus |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 20/3-5/4…
Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar…
Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini…