{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ferhyrnta hornabrosma

Enchelyopus cimbrius

Ferhyrnta hornabrosma er long og mjá. ein tvørskurður um miðjuna er mest sum rundur. Trý horn eru á gronini, tað mittasta er lítið og situr mitt fyri fremst, og so finnan á lippuni. Eins og hinar hornabrosmurnar hevur hon eina sera lága ryggfjøður fremst. Hon situr niðri í eini foyru, og fremsti teinur er um tvær ferðir so høgur sum aftara ryggfjøður. Aftara ryggfjøður er long og nakað lág og gongur frá hálvu uggafjøðurini aftur í klingruna. Bæði ryggfjøðurin og gotfjøðurin koma aftur um stertarótina. Búkfjaðrarnar eru stuttar og spískar. Høvuðlongdin er umleið 21% av heildarlongdini. Strikan sæst ikki væl. Hevur fína roðslu.

Útbreiðsla

Ferhyrnta hornabrosma er undir Føroyum og Íslandi. Frá norðara parti av Biskeia til Finnmørkina, í Norðsjónum og Skagerrak til estlands. Hon er úr norðara parti av Meksikoflógvanum til Nýfundlands og er eisini fingin í vesturgrønlandi.

Stødd

Ferhyrnta hornabrosma verður upp í umleið 40 cm long, vanliga 25-30 cm.

Dýpi

Hon er úr fjøruni út á 650 metra dýpi.

Litur

Hon hevur lit eftir umstøðunum. ofta er hon morgrá um bakið og gulgrá-blá niðari. Inni í kjaftinum og táknaholunum er hon blásvørt. Ryggfjaðrarnar og gotfjaðrarnar aftast og sterturin niðast eru myrk við ljósum rondum. Viðhvørt eru eisini myrkir blettir frammi á ryggfjøðurini.

Eyðkenni

Tey trý hornini á gronini. Tann lága fremra ryggfjøðurin við tí høga teininum fremst. Liturin inni í kjaftinum.

Týdningur

Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Ferhyrnta hornabrosma
Lat:Enchelyopus cimbrius, Onos cimbrius, Rhinonemus cimbrius
Dan:Firtrådet havkvabbe
Eng:Fourbearded rockling
Fin:Neliviiksimade, Neliviiksinen merimade
Fra:Motelle à quatre barbillons
Ísl:Blákjafta, Blágóma
Ned:Vierdradige meun
Nor:Firskjegget tangbrosme
Pol:Motela
Por:Laibeque, Peixe-chumbo
Rus:Cetyrechusyj nalim
Spa:Barbuda, Barbada, Reinunculo
Sve:Fyrtømmad skärlånga
Týs:Vierbärtelige Seequabbe
USA:Fourbaird rockling

Viðkomandi tíðindi