{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Fagurserkur

Beryx splendens

Fagurserkur hevur høgan og smalan kropp. Hann hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður, har fremri endi er beint undir aftara enda á ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar røkka aftur áraka gotið. Strikan er lítið bogin yvir uggafjøðurini. Kropshæddin er 33-40% av standardlongdini.

Útbreiðsla

Fagurserkur sløðist til Føroya og Íslands. Hann er vanligur í Eysturatlantshavinum, við Madeira, Kanariuoyggjarnar og Asoroyggjarnar, á Miðatlantsrygginum og á bankum og tindum í Atlantshavinum. Hann er úti fyri Spania, Portugal og suður til Marokko og Suðurafrika. Frá Maine suður í Meksikoflógvan. Hann er í Indiahavinum, í Kyrrahavinum og frá Japan til Avstralia.

Stødd

Fagurserkur verður upp í 70 cm langur, men vanlig longd er um 25-40 cm.

Dýpi

Hann er úr 25 metrum niður á 1300 metrar, vanliga millum 300 m og 600 m. Óbúnir fiskar eru uppi í sjónum. Búnir fiskar eru við botnin, tó fara teir møguliga uppfrá um náttina.

Litur

Hann er fagurreyður um bakið, fjaðrarnar, oman á høvdinum og innankjafta. Hann er bleikari um síðurnar, við silvurliti, serliga um kápuna.

Eyðkenni

Gotfjøðurin kemur fram undir aftara enda á ryggfjøðurini. Kropshæddin er lægri enn á reyðserki.

Týdningur

Fagurserkur verður ikki veiddur undir Føroyum. Aðrastaðni verður nakað veitt. Hann er góður matfiskur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Fagurserkur
Lat:Beryx splendens
Azo:Alfonsim
Eng:Alfonsino, Red bream, Scarlet bream, Slender alfonsino, Splendid alfonsino
Fin:Hohtolimapúú
Fra:Beryx long
Ísl:Fagurserkur
Ita:Berice rosso
Jap:Kinmedai – Kinme
Ned:Roodbars, Alfonsino, Echte beryx
Pol:Beryks Wspanialy a. szkarlatny
Por:Imperador-costa estreita, Imperador-de-costa-estreita, Lowes berix
Rus:Obyknovenny beriks
Spa:Alfonsino besugo, Besugo americano
Sve:Mindre beryx
Týs:Kaiserbarsch Südlicher, Kaiserbarsch Sudlicher
USA:Alfonsino

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira