{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Dukátfiskur

Diretmoides pauciradiatus

Dukátfiskur er smalur, há- og stuttvaksin. Hann hevur stórt høvd og stór eygu. Hann hevur beinryggir ovast á kápuni, upprendan kjaft, ið kemur akkurát inn undir fremru rondina á eygunum. Hann hevur eina langa ryggfjøður og eina heldur styttri gotfjøður. Hann hevur sýldan stert.

Útbreiðsla

Dukátfiskur sløðist norður í Davisfjørð og Grønlandsfjørð. Ein er fingin undir Føroyum. Sum heild sjáldsamur í Landnyrðingsatlantshavinum. Hann er annars í tropisku og subtropisku høvunum, frá Florida til Norðurbrasil, í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd

Dukátfiskur verður upp í 50 cm langur.

Dýpi

Hann er frá ovastu vatnløgunum til 1000 m dýpi ella djúpari. Óbúnir fiskar eru ovari og búnir djúpari.

Litur

Hann er svartbrúnligur, ungir fiskar hava silvurfarra.

Eyðkenni

Høvuðlongdin er minni enn høvuðhæddin. Hann hevur stór eygu, og gronin er styttri enn eygnatvørmátið. Búkfjaðraendarnir røkka ikki aftur til gotfjøðurina. Beinteinar eftir kápuni.

Týdningur

Hann hevur lítlan ella ongan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Dukátfiskur, Dukatfiskur
Lat:Diretmoides pauciradiatus
Dan:Dukatfisk
Eng:Longwing spinyfin
Ísl:Svartsilfri
Fra:Dirette aile longue
Jap:Chigo-nakamuraginme
Spa:Malcarado alón
USA:Large spinyfish

Viðkomandi tíðindi