
Drymbingur
Thalassobathia pelagica
Kroppurin er smalur og høgur, hægstur um miðjar uggafjaðrar. Høvdið er lítið, um 21% av heildarlongdini, er líka høgt sum langt, rundligt framman. Fremst er gronin beint upp og niður, og hon er styttri enn eygnatvørmátið. Eyguni eru um 25-26% av høvuðlongdini. Lítlan kjaft, ið kemur væl aftur um eyguni. Nógvar smáar og hvassar tenn. Eina langa ryggfjøður, ið byrjar yvir uggafjøðurini. Eina langa gotfjøður, ið er frá gotinum, báðar nakað lágar. Tær renna saman aftast í spíss á sporlsendanum. Stuttar, men breiðar uggafjaðrar. Fremst og niðast undir øsinum eru tær báðar smáu búkfjaðrarnar. Tvær strikur, onnur oman fyri uggafjøðurina og aftur á hálvt sporlið, hin frá klingruni fram til oman fyri gotið. Nakað búksíður fiskur.
Útbreiðsla
Í føroyskum sjógvi er hann fingin á Íslandsrygginum nakrar ferðir. Er annars fingin við George Banka, í Grønlandi, Íslandi, suður móti Spania og í Guineavíkini.

Stødd
Drymbingur verður í minsta lagi upp í 30 cm langur.
Dýpi
Heldur seg uppi í sjónum á djúpum vatni niður á einar 700 m. Við Íslandsryggin er hann fingin uppi í sjónum millum 420 m og 575 m.
Litur
Heilt dimmur, myrkabrúnur, mest sum svartur. Sjávaður úr troli er hann myrkabrúnur.
Eyðkenni
Strikurnar. Ongan stert, liturin og skapið. Smáu búkfjaðrarnar.
Týdningur
Ikki vinnuligan týdning.

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…