
Djúpangi
Holtbyrnia anomala
Djúpangi er smalur, høgur fiskur. Hægstur um nakkan, og lækkar javnt aftur í klingruna. Hann hevur eina lítla ryggfjøður afturi á sporlinum, eina gotfjøður beint undir, nakað aftari enn ryggfjøðurin. Hann hevur smáar búkfjaðrar beint aftan fyri miðjan fiskin. Uggafjaðrarnar eru smáar. Høvdið er stórt, meira enn 1/3 av standardlongdini, spískan trant, stór eygu. Kjafturin er meira enn dupult so langur sum eygnatvørmátið og kemur væl aftur um eygað. Hann hevur smáar tenn. Ein lítil angi stendur út fremst undir strikuni yvir uggafjøðurini. Veik ella neyvan sjónlig ljósgøgn eru undir búkinum og klingruni.
Útbreiðsla
Djúpangi er frá Ittoqqortoormiit, Íslandi, sunnan fyri Føroyar og suður til Namibia. Hann er vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Dohrnbankan og Diskovíkina. Hann er fingin út av Lúsabanka og har um leiðir.

Stødd
Størstu djúpangar eru umleið 25 cm langir.
Dýpi
Hann er við botnin og uppi í sjónum úr 700 m niður á 2700 m.
Litur
Hann er javnt dimmur. Inni í kjaftholuni og táknaholuni er hann svartur.
Eyðkenni
Stóra høvdið og lítli angin yvir uggafjøðurini.
Týdningur
Djúpangi hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Djúpangi |
Lat: | Holtbyrnia anomala |
Dan: | Storhovedet skulderlysfisk |
Eng: | Bighead searside |
Ísl: | Græðisangi |
Spa: | Seársido, Cabeza lustrosa, Cabeza pintada |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 20/3-5/4…
Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar…
Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini…