{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Djúpállur

Synaphobranchus kaupii

Djúpállur hevur állaskap, hann hevur ikki stert. Ryggfjøðurin er styttri enn gotfjøðurin, og báðar renna saman í ein spíss aftast. Gotfjøðurin byrjar beint aftan fyri gotið og er umleið 70% av heildarlongdini. Táknaopini eru smá og sita undir øsinum millum ella beint framman fyri uggafjaðrarnar. Kjaftarnir eru javnlangir. Gapið er stórt og kemur væl aftur um eyguni.

Útbreiðsla

Hann sæst oftast í hellingunum. Hann er av Suðurlandinum í Íslandi til Føroya. Hann er á Reykjanesrygginum, við Asoroyggjarnar, Namibia, Nigeria og Suðurafrika. Hann er í Grønlandi og Nýfundlandi til Bahamaoyggjarnar. Hann er eisini í Kyrrahavinum, við Japan, Avstralia og Hawaii, umframt í Indiahavinum. Undir Føroyum fæst hann á djúpum vatni sunnanfyri og vestanfyri og er ikki so óvanligur í veiðuni.

Stødd

Umleið 100 cm er tað longsta, djúpállur verður. Teir, ið veiddir eru undir Føroyum, hava ligið um 30-65 cm.

Dýpi

Hann er úr 250 m niður á 3600 metra dýpi.

Litur

Djúpállur er brúnur, nakað gráligur, svartgrómutur. Hann er svartur inni í kjaftinum.

Eyðkenni

Djúpállur kennist frá hinum állunum m.a. á tí, at ryggfjøðurin er styttri enn gotfjøðurin, og at táknaopini sita inni undir øsinum, og so tað stóra gapið.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Djúpállur
Lat:Synaphobranchus kaupi
Azo:Moreão-de-natura
Dan:Spidssnudet dybhavsål
Eng:Kaups arrowtooth eel, Cutthroat eel, Gray’s cutthroat, Slatjaw cutthroat eel
Fin:Petoankerias
Fra:Anguille égorgée de Gray
Ísl:Djúpáll
Jap:Irako-anago
Por:Moreão-de-natura
Rus:Dlinnonosyi ugor’
USA:Longnosed eel, Northern cutthroat eel

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira