{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Brynjukrutt

Agonus cataphractus

Brynjukrutt er langur og klænur fiskur. Um uggarnar er tað væl breiðari enn høgt, og høvuðbreiddin er næstan 1/4 av heildarlongdini. Høvdið framman er kantut og píkut, tveir krókar eru fremst á yvirkjaftinum. Tað er sera klænvaksið frá gotinum og aftureftir. Brynjukrutt er sett við hørðum, kantutum beinplátum. Tað er stívt og hart at føla. Brynjukrutt hevur tvær ryggfjaðrar, báðar umleið líka smáar. Lítið, næstan einki glopp er millum ryggfjaðrarnar. Skeggtræðrir eru á undirkjaftinum.

Útbreiðsla

Brynjukrutt fæst mest sum allastaðni undir Føroyum, inni á firðum, í sundum og úti á landgrunninum, men er ikki fingið á Føroyabanka. Tað er fingið á Suðurlandinum og Vesturlandinum í Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum og nakað inn í Eystarasalt, fram við Noregi norður í Hvítahavið.

Stødd

Brynjukrutt verður upp í 21 cm langt, men er vanliga millum 8 og 15 cm.

Dýpi

Vanligast er tað úr 5 metra dýpi niður á 270 metra dýpi. Brynjukrutt er tó eisini fingið úti á 500 metra dýpi.

Litur

Tað er grábrúnt um bakið við 4-5 dimmari kámum blettum. Tað er ljósari undir búkinum, viðhvørt við gráligum blettum. Fjaðrarnar eru gulligar við dimmum blettum ella strikum.

Eyðkenni

Teir báðir krókarnir fremst á fiskinum. Líkist mest íshavsbrynjukrutti. Munur teirra millum er m.a., at brynjukrutt er breiðari um høvdið og er breiðvaksnari, ryggfjaðrarnar eru næstan áfastar, og at ongir píkar eru á nakkanum.

Týdningur

Brynjukrutt hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Brynjukrutt
Lat:Agonus cataphractus
Dan:Panserulk Almindelig-
Eng:Hooknose, Armed bullhead, Pogge
Fin:Partasimppu
Fra:Souris de mer, Asphidophore armé
Ísl:Sexstrendingur, Broddamús
Ita:Aspidoforo corazzato
Nor:Panserulke, Skjeggulke
Pol:Lisica
Rus:Evropskaja lisichka
Sve:Skäggsimpa, Bottenmus, Harnasmannetje
Týs:Steinpicker

Viðkomandi tíðindi