{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Bramafiskur

Brama brama

Fiskurin er hávaksin og smalur. Kropshæddin er umleið ein triðing av heildarlongdini. Fremstu teinarnir í rygg- og gotfjøðurini eru um tvær ferðir so høgir sum aftaru partarnir. Uggafjaðrarnar eru longri enn høvdið. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er nógv sýldur og hevur serliga langar stertafjaðrar. Roðsla er um allan kroppin, lutvíst út á fjaðrarnar, um høvdið, tó ikki fremst á gronini. Høvuðumhvarvið er mest sum runt, og kjafturin er nógv upprendur. Gronin er heldur minni enn eygnatvørmátið. Hann hevur hvassar tenn.

Útbreiðsla

Á okkara leiðum hevur bramafiskur fingist um heystið, bæði inni á og út av landgrunninum. Eisini á Føroyabanka. Summi ár tykist hann at gera innrás í føroyskan sjógv. Hann er annars undir Norðurnoregi og Íslandi (sjáldan), suður móti Guineavíkini, tvørtur um Atlantshavið til Nova Scotia, Bermuda og Bahamaoyggjarnar. Á syðru hálvu er hann í Atlantshavinum, Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd

Bramafiskur verður upp í 100 cm langur, vanliga her um leiðir 40-60 cm.

Dýpi

Hann er upp- og miðsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 1000 m, men vanliga grynri enn 400 m.

Litur

Hann er myrkabrúnur um bakið við veikum, bláligum undirliti. Silvurglitrandi um síðurnar. Uggafjaðrarnar hava veikan, gulligan lit. Rygg- og gotfjaðrarendurnar eru dimmar.

Eyðkenni

Høga og smala kropsskapið, stutta og rundaða gronin, upprendi kjafturin. Roðsla á rygg- og gotfjøðurini. Hann hevur silvurskin, tá hann sæst inn á síðuna.

Týdningur

Her á landi hevur hann ikki havt vinnuligan týdning, men aðrastaðni verður nakað veitt av bramafiski.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Bramafiskur
Lat:Brama brama, Brama raii, Brama raji
Azo:Xaputa
Dan:Havbrasen Almindelig-
Eng:Angelfish, Black sea bream, Lestia, Pomfret Atlantic-, Ray’s bream, Ray’s seabream
Fin:Merilahna
Fra:Grande castagnole, Brème de mer, Castagnola, Castagnolo, Hirondelle, Palomite
Gri:Lestíka, Lestí
Ísl:Stóri bramafiskur, Bramafiskur
Ita:Pesce castagna, Rondino
Jap:Echiopia, Hamashimagatsuo
Ned:Braam, Oude wijf, Zeebrasen
Nor:Havbrasme, Havbrase
Pol:Brama
Por:Xaputa, Chaputa, Freira
Rus:Atlanticeskij morskoj lešc, Atlanticeskij morskoj lesc, Morskoj lesch
Spa:Casteñeta, Castañeta, Castañola, Japuta, Joputa, Palometa negra
Sve:Havsbrax, Rays havsbrax
Týs:Brachsenmakrele
USA:Atlantic pomfrit

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira