{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Blankaskøta

Rajella kukujevi

Kropsskivan er hjartaskapað. Stutta gron, har sjálvur tranturin stingur framúr. Blankaskøta hevur nógvar píkar av nakkanum út á halan.

Útbreiðsla

Sjáldsamur fiskur. Blankaskøta er bert fingin á leiðunum við Lúsabanka, Rockallgrunnin og har í nánd.

Stødd

Verður møguliga ikki longri enn 75 cm.

Dýpi

Djúpvatnsfiskur, heldur til á umleið 900 m niður á í minsta lagi 1200 m.

Litur

Tykist at vera heilt hvít, bæði omaná og undir. Er tó eitt sindur grálitt, serliga á bakinum. Næstan heilt hvít undir búkinum.

Eyðkenni

Hvíti liturin og nógvu píkarnir.

Týdningur

Ongan týdning í fiskiskapinum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Blankaskøta
Lat:Rajella kukujevi
Eng:Krefft’s ray
Fra:Raie de Krefft
Ísl:Bleikskata, Følva skata
Ned:Krefft’s rog
Spa:Raya de Krefft

Viðkomandi tíðindi