
Fish Fair: Framløga um havrannsóknarskipið Jákup Sverra
Leon Smith, tøkniligur leiðari á Havstovuni hevði mikudagin 18. mai framløgu um fyrireiking, bygging og royndir við nýggja havsrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Dagarnar 17. til 19. mai var fiskivinnuframsýningarstevnan Fish Fair enn einaferð í Klaksvík. Í samband við framsýningina vóru eisini fyrilestrar, har ymisk viðurskifti, sum hava samband við fiskivinnuna vóru á skránni.
Hesu ferð var deildarleiðarin á Havstovuni Leon Smith eisini á fyrilestrarskránni og greiddi hann frá um fyrireikingarnar, byggingina og royndirnar við nýggja havrannsóknarskipinum.
Jákup Sverri var handaður Havstovuni í 2020, eftir eitt 10 ára tíðarskeið við fyrireiking og síðani bygging á Mest frá 2017 til 2020.
Jákup Sverri er eitt serskip bygt til endamálið at gera havrannsóknir, men hevur eisini útgerð til at gera botnkanningar og seismiskar kanningar. Lesast kann meira um skipið á heimasíðuni hjá Havstovuni her og í blaðnum Sjóvarmál frá 2020.
Viðkomandi tíðindi
Børn og Havstovan á Sjómannadegnum
Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað. Tað vóru Eydna í Homrum,…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur…
Telja hval á sjeynda sinni
Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum;…