
WGDeep arbeiðsbólkafundur
30.04.2025 - 06.05.2025
Vinnuháskúlin
ICES
,Havstovan
Árligi fundurin hjá ICES-bólkinum “Working Group on the Biology and Assessment of Deep-Sea Fisheries Resources”, stytt WGDEEP, verður í ár hildin í Føroyum í døgunum 30. apríl til 6. mai.
Eitt av høvuðsendamálunum á fundinum er at gera stovnsmetingar av djúpvatnsfiski.
Limirnir í arbeiðsbólkinum koma úr ymsum londum. Forfólk eru Rui Vieira úr Bretlandi og Juan Gil Herrera úr Spania. Føroysku umboðini á fundinum verða Lise Helen Ofstad, Luis Ridao Cruz og Petur Mikkelsen.