{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Er føroyska veðurlagið broytt?

At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu vísa okkum hetta?

Í eina tíð hava umboð fyri føroyskar almennar stovnar hitst, at umrøða vitan um føroyska veðurlagið. Eitt endamál hevur verið at fyrireika eitt tiltak, har vitan um veðurlag verður løgd fram.

Undir heitinum “Er føroyska veðurlagið broytt?” verður skipað fyri einum Veðurlagsdegi , har ljós verður varpað á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar.

Á veðurlagsdegnum verða dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt verður í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.

Veðurlagsdagurin 2024 verður á Hotel Hafnia 19. mars , seinnapartin. Tiltakið er alment og ókeypis, tó krevst tilmelding. Tú kanst melda teg til her.

Fyriskipararnir av degnum eru Veðurstova Føroya, Havstovan, Umhvørvisstovan, Landsverk, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Hagstovan. Nærri kunning og skrá koma seinni.

Viðkomandi tíðindi

  • Veðurlagsdagur 2025

    Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Eru vit fyrireikað? Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt? Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum? Hesir vera høvuðsspurningarnir,…

    Les meira

  • Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri

    Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024)  níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum (Mynd 1). Henda útgerð røkkur upp á 100 metra dýpi, og tískil…

    Les meira

  • Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024 

    Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurlagsbroytingar í Føroyum settar í miðdepilin. Umhvørvisstovan,…

    Les meira

  • Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

    Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu…

    Les meira